Vika 48
Vika 49
Vika 50
Vika 51
Vika 52
Vika 1
Vika 2
Vika 3

Føst boð

Góðu tit
Nú ber til at bíleggja `Mín Jólabók 2023`. Næmingarnir hava fingið seðil heim við hesum viðvíkjandi saman við Píka7-blaðnum  :)
Far inn á www.jolabokin.fo og keyp beinleiðis við gjaldskorti :)
Blh. Laila

Tað er sera týdningarmikið at børnini eru í skúlanum, áðrenn klokkan 8.00, tí vit fara til morgunsang klokkan 8.00.
Minnist til at hava ítróttarklæði og svimjiklæði við til ítrótt mánadagar.
Fríkortermaturin skal vera pakkaður fyri seg :)

SI er 4. tíma týsdag.
GG: Børnini skulu hava skiftiklæðir við.

Mánadagur
27-11-2023
Støddfrøði
Øll rokna til og við s. 22 í Skygni 2A. Venja 2 tabellina :)
Føroyskt
At gera heima til í dag: 
Tað, sum ikki er gjørt á s. 4-7 í Lær teg at stava. 

G.G.:
 Í uppg. 1 skal prikkur undir sjálvorðini, og so verða orðini býtt sundur í stavilsi. 
Í uppg. 7 skriva næmingarnir útyvir orðini, og so skriva teir tey aftur niðriundir. 

Týsdagur
28-11-2023
Støddfrøði
Rokna s. 24 uppgávu 1 lidna og venja 3 tabellina :)
SI
Genturnar hava SI
Mikudagur
29-11-2023
Støddfrøði
Rokna til og við s. 26 liðugt heima. Vit eru so smátt byrjað at falda, og tað er ikki so lætt. Tey kunnu sjálvandi nýta tabell til tey stóru tølini. Ein tabell er aftast í bókini og annars á baksíðuni á kladduheftinum.

Venja 3 tabellina heima.
Hósdagur
30-11-2023
Føroyskt
At gera heima til í dag:
Tað, sum ikki er gjørt á s. 26-29 í FINKA-vanlig orð.
Fríggjadagur
01-12-2023
Støddfrøði
Vit arbeiddu í eykamappuni mikudagin, so tey, sum hava roknað til og við s.26 í Skygni 2A, hava onki fyri. Øll eru tó vælkomin at rokna í eykamappuni heima.

Í dag fara vit at prýða stovurnar. Eg fari at byðja børnini taka okkurt smávegis jólaprýði við heimanífrá max 5 stk pr barn. Ikki tað stóra, okkurt upphang, onkra nissu, klatrinissur e.a, sum tit ikki brúka heima. Um onkur eigur peruketu, stjørnu ella okkurt annað, sum lýsir, eru tey vælkomin at taka tað við eisini. Alt kemur heimaftur áðrenn jól.
Føroyskt
Fyrisøgn:

Nósin. 
Tá Óli fór út á nes at fiska, 
sá hann ein nósa.
Nósin lá so dovin í sólini
eina løtu, men so fór hann. 
Jólini nærkast
Góðu tit hvønn dag í desembur ætla vit at byrja dagin við at lesa eina jólasøgu, sum børnini sjálvi hava skrivað. Kunnu tit hjálpa tykkara barni at skriva eina stutta jólasøgu, bara nakrar reglur. Um hetta er ein ov stór uppgáva, kunnu tit eisini finna eina stutta úr onkrari bók.