Uppgávur hjá skúlastýrinum

§ 52.

2) Skúlastýrið hevur eftirlit við virksemi skúlans og tekur avgerð um øll viðurskifti skúlanum viðvíkjandi, ið ikki eru løgd undir kommunustýrið, smb. §§ 47 og 48, leiðara skúlans, smb. § 55, ella aðrar myndugleikar. 

Stk. 2. Skúlastýrið skal ummæla árligu fíggjarætlanina fyri viðkomandi skúla og leggja øll tey mál fyri kommunustýrið til góðkenningar, ið bera fleiri útreiðslur við sær, enn ásett er í fíggjarætlanini, smb. § 47, 4. stk. 

Stk. 3. Skúlastýrið viðger saman við kommunustýrinum uppskot um skúla-bygging/-umbygging, smb. § 47, 5. stk. Í teimum kommunum, ið hava tvey ella fleiri skúlastýri, velur kommunustýrið ein arbeiðsbólk at viðgera uppskot um skúlabygging/umbygging, smb. § 57,
 4. stk.

Stk. 4. Skúlastýrið ger uppskot um skúlabygnað kommununnar og broytingar í honum, smb. § 32, 1. stk. Í teimum kommunum, ið hava tvey ella fleiri skúlastýri, ger hvørt skúlastýri uppskot um skúlabygnaðin í viðkomandi skúla, smb. § 47, 6. stk. 

§ 53. Skúlastýrið ásetur meginreglurnar um virksemi skúlans, smb. § 55, 4. stk., herímillum um: 

  • undirvísingarætlan skúlans, smb. § 22, 
  • arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina 
  • samarbeiðið ímillum skúla og heim, 
  • fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini, 
  • næmingafráverur, 
  • foreldrafundir, felagstiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini, setursskúla, starvspraktikk o.a.

Stk. 2. Skúlastýrið skal ummæla øll mál viðvíkjandi skúlanum, sum kommunustýrið tekur avgerð um. 

Stk. 3. Skúlastýrið hevur rætt at ummæla øll mál, ið viðvíkja viðkomandi skúla í kommununi. Skúlastýrið gevur ummæli í øllum málum, sum kommunustýrið ella landsstýrismaðurin leggur fyri tað. 

Stk. 4. Skúlastýrið góðkennir eftir tilmæli frá námsfrøðiliga ráðnum teir undirvísingarmiðlar, skúlin skal brúka, herímillum eisini teir, ið skulu vera í skúlabókasavninum. 

Stk. 5. Skúlastýrið ger við støði í ásettum reglum, smb. § 60, uppskot um atferðarreglur skúlans og umsjónina við næmingunum í skúlatíðini. 

Stk. 6. Samstarv eigur at vera ímillum skúlastýrini sínámillum um at stimbra og menna skúlaskapin í økinum. 

§ 54.

2) Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi skúlaleiðarar eftir tilmæli frá skúlastýrinum. 

Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi varaskúlastjórar, lærarar og tey starvsfólk skúlans, ið røkja aðrar námsfrøðiligar uppgávur, eftir tilmæli frá skúlastýrinum og skúlaleiðaranum. 

Stk. 3. Skúlastýrið setur lærarar í tíðaravmarkað størv eftir tilmæli frá skúlaleiðaranum. Tíðaravmarkað størv vara úr 3 til 9 mánaðir. 

Stk. 4. Skúlaleiðarin setur lærarar í størv, sum eru fyribils og ikki vara longur enn 3 mánaðir. 

§ 55.

Til hvønn sjálvstøðugan skúla, sum hevur fleiri lærarar í føstum starvi, verður leiðari settur, ið annaðhvørt verður nevndur fyrstilærari ella skúlastjóri. Í skúlum, ið bert hava ein lærara, har er hesin lærari samstundis leiðari skúlans. 

Stk. 2. Skúlaleiðarin hevur ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av skúlanum og ábyrgdina av virksemi skúlans mótvegis skúlamyndugleikunum á staðnum. 

Stk. 3. Skúlaleiðarin stýrir og býtir arbeiðið ímillum teirra, sum starvast í skúlanum, og tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingum skúlans. 

Stk. 4. Skúlaleiðarin ger uppskot til skúlastýrið um meginreglurnar fyri virksemi skúlans, smb. §§ 53, 1. stk., og uppskot um fíggjarætlan skúlans, smb. §§ 52, 2. stk., innan fyri teir fíggjarligu karmar, sum kommunustýrið hevur ásett, smb. § 47, 4. stk. 

Stk. 5. Skúlaleiðarin hevur eftirlit við, at teir næmingar, sum eru innskrivaðir í skúlan, fylgja nóg væl við undirvísingini. 

Stk. 6. Skúlaleiðarin fremur virksemi sítt í samarbeiði við tey, sum sett eru í starv í skúlanum. 

Stk. 7. Landsstýrismaðurin ger reglugerð fyri fólkaskúlaleiðarar.