Trivnaðarætlan

Tað er ein mannarættur hjá øllum børnum, at tey kenna seg vera í góðum hondum í skúlanum. Skúlin má tí støðugt hava trivnaðin hjá hvørjum einstøkum næmingi fyri eyga, eins og at tað verður gjørt púra greitt – bæði í orði og í verki, at ágangur mótvegis næmingum og starvsfólki ikki verður góðtikin.

Inngangur

Hendan trivnaðarætlan er ætlað sum eitt arbeiðsamboð, sum altíð kann takast fram, tá arbeitt verður við trivnaðinum á skúlanum, bæði í fyribyrgjandi arbeiðinum og tá mistrivnaður tekur seg upp, ella tá beinleiðis happing fer fram. Trivnaðarætlanin skal havast í huga, tá ársætlanirnar skulu skrivast.

Ætlanin er, at trivnaðarætlanin skal eftirmetast eina ferð um árið, og kunnu t.d. lærararnir og skúlastýrið tá koma við møguligum viðmerkingum, ið bólkurin, sum stendur fyri dagføringini av trivnaðarætlanini, tekur við í síni eftirmeting.
§ 2, stk. 3 í Fólkaskúlalógini ásetir, at: “...fólkaskúlin skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at verða grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.”

Hetta brotið úr fólkaskúlalógini er ógvuliga sigandi fyri, hvussu vit vilja hava tað í skúlanum. Skúlin er sum eitt lítið samfelag í samfelagnum, har vit mugu vísa fyrilit fyri hvørjum øðrum, bæði tey vaksnu sínámillum, børnini sínámillum, eins og børn og vaksin sínámillum.

Í hesi trivnaðarætlan fara vit at leggja størsta dentin á fyribyrging av happing, her í millum hvussu vit við føstum kørmum kunnu økja um trivnaðin og felagskensluna hjá næmingunum. Eisini verður víst á, hvat gerast skal, um happing fer fram.

Har nógv fólk eru saman, kann hugburður tíverri koma fyri, ið ikki er jaligur. Eitt nú kunnu fólk vera ósamd sínámillum í styttri ella longri tíðarskeið, uttan at talan er happing.

Okkara allýsing av happing tekur støði í allýsingini hjá Helle Rabøl Hansen – Happing fer fram tá ein bólkur forfylgir ella útihýsir ávísum persóni á einum staði, har persónurin er noyddir at vera (Grundbog mod mobning, Gyldendal, 2005: Mobning er en gruppes forfølgelse eller udelukkelse af en enkelt person på et sted, hvor denne person er tvunget til at være).

Virðisgrundarlagið

Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.

Stimbrandi læra, skapanargleði og rørsla

Tað er týdningarmikið, at næmingarnir fáa tær fakligu avbjóðingarnar, teir megna – ikki ov lættar, ikki ov torførar. Lærarin skal megna at skapa karmarnar og skipa fyri hóskandi avbjóðingum. Har tú sjálvur ert við til til at skapa, kennir tú eina ognarkenslu. Skapanar-gleðin1 er eisini týdningarmikil fyri at ein næmingur skal trívast.

Børn, sum røra seg, eru glaðari; tað vísir gransking á økinum. Her verður ikki bara hugsað um skipaða rørslu, s.s. handbólt, fótbólt o.a. Hetta kann spenna breitt, soleiðis at øll kunnu taka lut – t.d. í dansi, drama og spølum av ymsum slagi. Í hesum rørslum nerta tey við hvønn annan, tey mugu tosa seg fram til eina semju og síggja, at tað ikki er nakað, sum beinleiðis er rætt ella skeivt. Børn, sum trívast, læra – børn, sum læra, trívast.

Byrgjast kann fyri mongum trupulleikum, og tí verður so stórur dentur lagdur á fyribyrgingar-tiltøk í hesi trivnaðarætlan.
Okkara aðalmál er, at øll, bæði børn og vaksin, skulu halda, at í Vestmanna Skúla er gott at vera.

Nakrar fortreytir skulu vera fyri, at næmingarnir kunnu trívast og læra:

  • Teir skulu kenna skúlan sum eitt trygt stað
  • Onkur “sær” tey
  • Fakligar avbjóðingar verða lagaðar eftir, hvat hin einstaki megnar
  • Øll skulu kenna seg sum part av einum felagsskapi
  • Tey vaksnu kring tey, mugu hava felags stev, tá tað viðvíkur næminginum
  • Tey vaksnu hava orku at vera um næmingarnar
  • Næmingarnir kenna, at brúk er fyri teimum
  • Toymi skal hava ein týðiligan leiklut
  • Ymiskar fastar skipanir, ið økja um trivnaðin
Fríkorterið

Tá nógv børn eru savnaði á einum ávísum staði, er týdningarmikið, at tað altíð eru vaksin, sum hava eyga við, hvussu støðan er og sum børnini vita at tey altíð kunnu venda sær til.

Garðvaktin skal fara beint í garðvakt, so hon er har, tá næmingarnir koma.

Lærarin, sum hevur tíman, skal vera til staðar, tá børnini koma inn í gongina. Tvístøður standast ofta av, at tað er rokaligt í skiftinum millum tíma og fríkorter.

1 Skapanargleði: kemur, tá tú í einum mennandi felagsskapi, ella sjálvur, er við til at ávirka tín gerandisdag. Hetta er eisini mennandi fyri sjálvskensluna hjá hvørjum einstøkum.

Tímin

Tað er tann vaksni, sum skal skipa tíman. Allir lærarar á skúlanum hava verið á skeiði í floksleiðslu (tilfar aftast) og eigur tímin at skipast eftir hesum leisti.

Lærarin og toymið, sum er um flokkin, má alla tíðina hava týdningin av, at skapa eina felagskenslu inni í flokkinum, frammarlaga í huganum: Í okkara flokki er gott at ganga, her hjálpa vit hvørjum øðrum.

Sosial tiltøk

Sosial tiltøk eru m.a.:

  • Næmingasamrøður, sum eru skipaðar eftir føstum leisti (sí skjal aftast).
  • Eina ferð um vikuna setir flokslærarin seg saman við flokkinum at tosa um, hvussu vikan hevur gingið.
  • Niðurstøðurnar frá hesum fundum verður skrivaðar niður og lisnar upp aftur á komandi fundi. Hesar niðurstøður verða so brúktar, tá t.d. flokstoymið umrøður trivnaðin í flokkinum. Hesir fundir skulu liggja ein fastan vikudag og verða dagfestir í byrjanini av árinum. Ein ávís bók verður nýtt til hetta.
  • Spæliliðið er eitt gott tiltak, fyri at skapa eitt positivt samband millum yngri og eldru næmingar.
  • Samskiftisdagar eru tveir dagar um árið, minst 4 tímar. Hesar dagar verða lagdir fast fyrst í skúlaárinum. Tveir lærarar, ið hava flokkin nógv, skipa fyri hesum við serligi denti á felagsprát og felagstiltøk av ymiskum slagi, har øll koma framat. Hugskot til hesar dagar eru at finna aftanfyri.

Felags fyri hesi tiltøk er, at dentur skal leggjast á prát og samveru - ikki við tekniskum hjálpartólum s.s. filmi og teldu.

Skúlaskifti

Tað seinasta árið, áðrenn børnini skifta frá barnagarði til skúla,skal eitt samstarv fara fram millum stovnarnar. Børnini vitja regluliga á skúlanum og tá ásett er, hvør skal verða flokslærari, hevur hann tímar við næmingunum, so at tey koma at kenna hvønn annan.

Ein yvirflytingarfundur er eisini.

Tá næmingar skifta frá Kvívíkar Skúla til Vestmanna Skúla, er hetta eisini ein stór broyting. Fyri at yvirgongdin skal verða so góð sum gjørligt, vitja næmingar hvønn annan frá 4.flokki. Ein vitjan verður fyri jól og ein eftir jól. Hvørjir flokkar vitja hvønn annan veldst um, hvørjir flokkar eru saman í Kvívík. Ein vitjan er í Vestmanna og ein í Kvívík um árið. Eisini er eitt felags SSP tiltak fyri 7.flokk í Vestmanna. Hesi tiltøk verða løgd fast í byrjanina á skúlaárinum.

Næmingaráð

Trý næmingaráð skulu skipast, eitt fyri grunddeildina, eitt fyri miðdeildina og eitt fyri hádeildina. Hetta verður gjørt fyri at økja um tilvitanina um fólkaræði, trivnaðin, saman-sjóðingina av næmingum tvørturum floksstig og at næmingar kenna, at teir verða tiknir við í ávísum avgerðum. Vegleiðing til næmingaráðini er at finna aftanfyri.

Um happing fer fram

Um næmingar, lærarar, foreldur ella onnur hava varhugan av mistrivnaði, skal flokslærarin hava boð um hetta. Flokslærarin setur seg í samband við flokstoymið í eini tilgongd, har arbeitt verður eftir “parentes metoden”, sum er eitt greiningaramboð, ið leggur serligan dent á sosiala grundarlagið í flokkinum (sí tilfar aftanfyri). Ein bólkur verður settur, við AKT læraranum sum toghaldara, sum ráðgevur á hesum øki, tá brúk er fyri tí.

Samanumtøka

Trivnaðarætlanin er ætlað sum eitt hent arbeiðsamboð í skúladegnum.

Sum áður nevnt, er fyribyrging tað týdningarmesta. Hava vit gott og tætt samband við næmingar og foreldur, og ikki minst at starvsfólkini hava eitt gott samstarv, eru vit vitandi um, hvørji eru møguligir happarar og kunnu lofta støðuni áðrenn happing spyrst burturúr.

Í hesi fyribyrging er týdningarmikið at tora at siga frá. Vit vita, at tað er ógvuliga trupult í dag at verja børnini ímóti hóttanum, tí netmiðlarnar eru so ágangandi. Tað, sum vit sum vaksin kunnu gera, er at skapa eina trygdarkenslu í okkara næmingum, so tey tora at venda sær til okkum vaksnu, um tað er okkurt sum nívir tey.