Skúlin letur ikki fríloyvi til tiltøk, ferðir v.m. í vanligari skúlatíð. Velja foreldur, verjar og onnur avvarandi kortini at taka næming úr undirvísingini í vanligari skúlatíð, skal hetta boðast frá til rætta viðkomandi, so tit kunnu fáa eina ætlan fyri skúlating í fráverutíðini.

Flokslærarin skal hava fráboðanina og kann geva fríloyvi, um talan er um tveir dagar ella færri.

Skúlastjórin skal hava fráboðanina við telduposti og kann geva fríloyvi, um talan er um tríggar dagar ella fleiri.