Skrivlig próvtøka

Reglugerð: 

  • Næmingar skulu sita klárir í próvtøkuhølinum kl. 8:00
  • Tann, sum møtir ov seint, má seta seg í samband við Elina Mariu á tlf. 230101 
  • Um næmingur ikki fær møtt, skulu foreldrini geva skúlanum boð á tlf. 230101 
  • Í royndarhølinum er friður 
  • Næmingur, sum hevur spurning, skal rætta hondina upp og stillur bíða, til vaktin kemur. Loyvt er ikki at rópa ella geva annað tekn 
  • Næmingarnir skulu ikki reisa seg upp uttan loyvi
  • Næmingarnir skulu ikki samskifta við nakran annan enn vaktirnar
  • Fartelefonir skulu sum vanligt ikki við í skúla
  • Skúlin hevur oyralurt til láns, men næmingar hava loyvi til at nýta síni egnu, um vilji er til tess. 
  • Næmingarnir hava frí, tá ið royndarhaldið er liðugt fyri dagin, og skulu fara heim tá 

Tann, sum brýtur reglugerðina, kann verða vístur burtur. 

Føroyskt, danskt og enskt: 

Royndin er býtt 2 partar: mállæra og framseting.

Royndirnar verða gjørdar á teldu, sum næmingarnir hava fingið frá skúlanum 
Loyvt er at brúka tilfar á netinum og teldutøkar orðabøkur, sum t.d. www.sprotin.fo, www.bendingar.fo, www.indidansk.dk o.s.fr.
Minnist til at hava mállærubøkur, uppgávur og annað hent tilfar við inn til royndina.

Fimisrokning: 

Royndirnar verða gjørdar á teldu, sum næmingarnir hava fingið frá skúlanum 
Í fimisrokning verður dentur lagdur á høvuðrokning. Ikki er loyvt at nýta roknimaskinu og rokniforrit á telduni ella internetinum. 
Loyvt er at nýta bókina ”Støddfrøði – handbók” 

Greiðslurokning:

Royndin verður gjørd á pappíri 
Í greiðslurokning verður dentur lagdur á problemrokning. Næmingurin skal skilja spurningin, finna rættar upplýsingar og velja rættar roknihættir at loysa uppgávuna við. Næmingurin skal eisini vísa, hvussu hann arbeiðir fyri at finna svarið, so her má uppsetingin við frágreiðing vera greið, og røkjuskapurin góður. 


Amboð at hava við til greiðslurokning eru:

  • Blýantur 
  • Pennur 
  • Viskileður 
  • Linjál 
  • Passari 
  • Vinkulmátari 
  • Tríkantur 
  • Roknimaskina 
  • Støddfrøði – handbók, “gula bók” 
  • Bøkur og annað tilfar frá undirvísingini