Vika
22
Vika
24
Vika
25
Vika
26
Vika
27
Vika
28
Vika
29
Føst boð
Vinabólkar
Hvussu gongst við at fáa vinabólkarnar runt at vitja øll í bólkinum? Eru tit væl áleiðis, ella er kanska tíð at bjóða inn? Deiligt um øll hava vitjað hvønn annan áðrenn summarfrítíðin byrjar :)
Vit arbeiða allatíðina við Betri vinum.
Píkasjey er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a.
Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.
Hent leinkja, sí niðanfyri: Nú til Lær teg at stava 2 :)
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 2 - Avritssíður - Snar.fo: So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 2) sum er til høgru á síðuni. Har eru eisini Stavimynstur 2, sum er framhald frá Stavimynstur 1. Stavimynstur 2 hoyra til Lær teg at stava 2.
Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har.
GG: Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag.
Flokslærari: Laila Haldansen
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða
Mánadagur
25-05-2026
2. Hvítusunnudagur
Frídagur
Týsdagur
26-05-2026
Svimjing
Genturnar svimja 2. tíma
Føroyskt
At gera við hús:
Venjið staviorðini til søgu 11.
Best er, um børnini bæði siga- og skriva orðini.
Tey hava fingið skjalið Staviorð 11 við til hús at skriva á.
Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 11 í skúlanum.
Arbeiða í Grønu Finku of Firvaldsbókini.
Bókaframløga
Í dag fara Alda og Brynja at greiða frá einari av sínum yndis bókum. Havið bókina við at vísa, um tit velja eina heimanifrá :)
- Hvat og hvønn er bókin um?
- Hvat dámar tær við bókini og hví?
Á henda hátt viðmæla næmingarnir floksfelagum bøkur at lesa :)
Mikudagur
27-05-2026
Føroyskt
Við hús: Lesið eina løtu við hús. Tey hava fingið 1. síðu av 200 vanligu orðunum- eru í somu bláu plastmappuni, sum teksturin til at lesa (3 ferðir x 1 minutt) sum vit hava lisið.
Tit gera sum tit vilja, um tit lesa tey 3 ferðir x 1 min. ella tit lesa vanligt. Gerið tað, sum passar tykkum best.
Finka lesibók s. 178-183
Finka arbeiðsbók 2 s. 62-64
Grøna Finka og Firvaldsbók
Bókaframløga
Í dag fer Eva at greiða frá einari av sínum yndis bókum.
- Hvat og hvønn er bókin um?
- Hvat dámar tær við bókini og hví?
Á henda hátt viðmæla næmingarnir floksfelagum bøkur at lesa :)
Hósdagur
28-05-2026
Føroyskt
Við hús: Lesið 200 Vanligu orðini, ella í øðrum lesitilfari.
Bókaframløga
Í dag fer Jóhanna at greiða frá einari av sínum yndis bókum.
- Hvat og hvønn er bókin um?
- Hvat dámar tær við bókini og hví?
Á henda hátt viðmæla næmingarnir floksfelagum bøkur at lesa :)
Fríggjadagur
29-05-2026
Bókaframløga
Í dag fer Lív at greiða frá einari av sínum yndis bókum.
- Hvat og hvønn er bókin um?
- Hvat dámar tær við bókini og hví?
Á henda hátt viðmæla næmingarnir floksfelagum bøkur at lesa :)