Vika
21
Vika
23
Vika
24
Vika
25
Vika
26
Vika
27
Vika
28
Føst boð
Vinabólkar
Hvussu gongst við at fáa vinabólkarnar runt at vitja øll í bólkinum? Eru tit væl áleiðis, ella er kanska tíð at bjóða inn? Deiligt um øll hava vitjað hvønn annan áðrenn summarfrítíðin byrjar :)
Vit arbeiða allatíðina við Betri vinum.
Píkasjey er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a.
Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.
Hent leinkja, sí niðanfyri: Nú til Lær teg at stava 2 :)
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 2 - Avritssíður - Snar.fo: So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 2) sum er til høgru á síðuni. Har eru eisini Stavimynstur 2, sum er framhald frá Stavimynstur 1. Stavimynstur 2 hoyra til Lær teg at stava 2.
Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har.
GG: Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag.
Flokslærari: Laila Haldansen
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða
Mánadagur
18-05-2026
Føroyskt
Í skúlanum: Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Finka lesibók s. 172
Finka arbeiðsbók 2 s. 59
Grøna Finka og Firvaldsbók
Týsdagur
19-05-2026
Føroyskt
Í skúlanum: Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Finka lesibók s. 176-177
Finka arbeiðsbók 2 s. 60
Grøna Finka og Firvaldsbók
Mikudagur
20-05-2026
112- dagur við Margáir
Vit møta í skúlanum kl. 8.00 sum vanligt.
Minnist til at vera í onkrum gulum
At hava við: ein lítlan ryggsekk við matpakka, skiftiklæðum og regnklæðum.
Tit hava fingið teldupost viðvíkjandi degnum :)
Hósdagur
21-05-2026
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Vit hava um Hvítusunnu
Bókaframløga
Í dag fer Aron at greiða frá einari av sínum yndis bókum.
- Hvat og hvønn er bókin um?
- Hvat dámar tær við bókini og hví?
Á henda hátt viðmæla næmingarnir floksfelagum bøkur at lesa :)
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eina løtu við hús
Fríggjadagur
22-05-2026
Bókaframløga
Í dag fer Alda at greiða frá einari av sínum yndis bókum.
- Hvat og hvønn er bókin um?
- Hvat dámar tær við bókini og hví?
Á henda hátt viðmæla næmingarnir floksfelagum bøkur at lesa :)
Føroyskt
Í skúlanum: Staviorð 11