Vika 25
Vika 26
Vika 27
Vika 28
Vika 29
Vika 30
Vika 31
Vika 32

Føst boð

Vinabólkar: Hvussu gongst við at fáa vinabólkarnar runt at vitja øll í bólkinum? Eru tit væl áleiðis, ella er kanska tíð at bjóða inn? Deiligt um øll hava vitjað hvønn annan áðrenn summarfrítíðin byrjar :) Sum eg skilji, so er tað sambært børnunum bara tann eini bólkurin, har øll hava havt vinabólk.


Píkasjey er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a.
Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har. 

Flokslærari: Laila Haldansen
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða
Mánadagur
15-06-2026
Skúladagur frá 8.00-11.20
Laila og Eli eru um flokkin.

Vit fara at spæla spøl og baka pitsa, so tað er ikki neyðugt við matpakka í dag, um teimum dámar pitsa. 
Týsdagur
16-06-2026
Skúladagur frá 8.00-11.20
Flokslærarin er um flokkin

Í dag verður farið ein gongutúr í Bjarghyl, afturkomin verður grillaður burgari og pylsa at fáa.
Mikudagur
17-06-2026
Skúladagur frá 8.00-11.20
 Flokslærarin er um flokkin
Rudda flokshølið og hugna okkum.

At hava við: Matpakka


Hósdagur
18-06-2026
Skúladagur frá 8.00-11.20
Seinasti skúladagur fyri summarfrítíðina

  • Sangløta í Auluni
  • Postarenning(um viðrar)

Fríggjadagur
19-06-2026
Summarfrítíð
Vit síggjast aftur mikudagin 12. august. 
Eg ynski tykkum eina frálíka summarfrítíð - njótið tað :)