Vika 24
Vika 25
Vika 26
Vika 27
Vika 28
Vika 29
Vika 30
Vika 31

Føst boð

GG: Fyrst komandi góðveðursdag verður farið útferð niðan í Bjarghyl. Haldið eyga við vikuætlanini og hugsið um klæðir og matpakka.  

Vinabólkar

Hvussu gongst við at fáa vinabólkarnar runt at vitja øll í bólkinum? Eru tit væl áleiðis, ella er kanska tíð at bjóða inn? Deiligt um øll hava vitjað hvønn annan áðrenn summarfrítíðin byrjar :) Sum eg skilji, so er tað sambært børnunum bara tann eini bólkurin, har øll hava havt vinabólk.


Vit arbeiða allatíðina við Betri vinum. 


Píkasjey er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a.

Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men  at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.

Hent leinkja, sí niðanfyri: Nú til Lær teg at stava 2 :)
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.

Lær teg at stava 2 - Avritssíður - Snar.fo: So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 2) sum er til høgru á síðuni. Har eru eisini Stavimynstur 2, sum er framhald frá Stavimynstur 1. Stavimynstur 2 hoyra til Lær teg at stava 2.

Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har. 

GG:  Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag.


Flokslærari: Laila Haldansen
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða
Mánadagur
08-06-2026
Føroyskt
At gera við hús: 
Venjið staviorðini til søgu 13.

Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 13 í skúlanum.
Vit fáa hvør sítt pappír við blómu á - vit skriva okkara dygdir á bløðini.
Vit lesa úr Bamsuvinabókini, nú Laila hevur skrivað eitt sindur um Tolsemisvikuna hjá okkum :)
Í sambandi við Tolsemisvikuna, so hoyra vit søguna,  Ælabogafiskurin fær frið í lag. Henni kunnu vit læra nógv av.
Bókaframløga
Í dag fer Vár at greiða frá einari av sínum yndis bókum.
  • Hvat og hvønn er bókin um?
  • Hvat dámar tær við bókini og hví?
Á henda hátt viðmæla  næmingarnir floksfelagum bøkur at lesa :)
Týsdagur
09-06-2026
Svimjing
Genturnar svimja 2.tíma
Handaverk og list
Tey, sum ikki gjørdust liðug við at perla Bamsuvinin, kunnu perla hann lidnan. Ella tit gera okkurt heilt annað :)
Jakoba hevur flokkin.
Føroyskt
Laila Hevur munnliga roynd við 8.fl, so Ioana hevur flokkin :)
Kunnu arbeiða í Grønu Finku og Firvaldsbók. Hava lesiløtu. Ella okkurt heilt annað :)
Mikudagur
10-06-2026
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eina løtu við hús. Finnið tykkum eitt hugnaligt stað at lesa í ;)

Í skúlanum: Vit hugsavna okkum um ymiskleika og okkara egnu dygdir og tær hjá okkara floksfelagum.
Halda áfram við myndunum. Skriva søgu um ymiskleika og at hjálpa hvør øðrum.
Bókaframløga
Í dag fer Aria at greiða frá einari av sínum yndis bókum.
  • Hvat og hvønn er bókin um?
  • Hvat dámar tær við bókini og hví?
Á henda hátt viðmæla  næmingarnir floksfelagum bøkur at lesa :)
Hósdagur
11-06-2026
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eina løtu við hús. Finnið tykkum eitt gott stað at lesa í :)


Bókaframløga
Í dag fer Ranja at greiða frá einari av sínum yndis bókum.
  • Hvat og hvønn er bókin um?
  • Hvat dámar tær við bókini og hví?
Á henda hátt viðmæla  næmingarnir floksfelagum bøkur at lesa :)

Ruddingardagur:
Kl. 09.50 fara vit út at rudda í bygdini. Vit eru í skúla sum vanligt til kl. 12.35.
Latið tykkum í, so tit tola at blíva skitin, nú vit fara út at rudda.
At hava við: Pennahúsa og matpakka.
Fríggjadagur
12-06-2026