Vika 17
Vika 18
Vika 19
Vika 20
Vika 21
Vika 22
Vika 23
Vika 24

Føst boð

Vit arbeiða allatíðina við Betri vinum. 


Píkasjey er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a.

Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men  at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.

Hent leinkja, sí niðanfyri: Nú til Lær teg at stava 2 :)
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.

Lær teg at stava 2 - Avritssíður - Snar.fo: So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 2) sum er til høgru á síðuni. Har eru eisini Stavimynstur 2, sum er framhald frá Stavimynstur 1. Stavimynstur 2 hoyra til Lær teg at stava 2.

Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har. 

GG:  Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag.


Flokslærari: Laila Haldansen
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða
Mánadagur
20-04-2026
Føroyskt
At gera við hús: 
Venjið staviorðini til søgu 7.
Best er, um børnini bæði siga- og skriva orðini. 
Tey hava fingið skjalið Staviorð 7 við til hús at skriva á.

Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 7 í skúlanum.
Arbeiða í Grønu Finku.

Týsdagur
21-04-2026
Handaverk og list
Vit gera Merkið, flagg okkara, nú vit nærkast 25. apríl.
Svimjing
Genturnar svimja 2. tíma
Føroyskt
Við hús: Lesið tekstin í mappuni. (3 ferðir x 1 minutt)

Í skúlanum: Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Finka lesibók s. 141-143
Finka arbeiðsbók 2 s. 42-43
Grøna Finka og Firvaldsbók.
Mikudagur
22-04-2026
Føroyskt
Við hús: Lesið tekstin í mappuni. (3 ferðir x 1 minutt)

Í skúlanum:
Vit arbeiða í Finku bókaheildini: Starin bankar uppá.
Finka lesibók s. 147
Finka arbeiðsbók 2 s. 45
Grøna Finka
Hósdagur
23-04-2026
Føroyskt
Við hús: Lesið tekstin í mappuni. (3 ferðir x 1 minutt)

Í skúlanum: Vit arbeiða í Lær teg at stava 2: Vit gera uppgávur til søgu 8.
Arbeiða í Grønu Finku og Firvaldsbók.
Fríggjadagur
24-04-2026
Ítróttur
Dreingirnir hava ítrótt 1. tíma og svimja 2. tíma.