Vika
16
Vika
18
Vika
19
Vika
20
Vika
21
Vika
22
Vika
23
Føst boð
Vit arbeiða allatíðina við Betri vinum.
Fyri at menna orðafeingið hava vit vikuorð.
Vikuorð: Neyt: kúgv, tarvur og kálvur.
Píkasjey er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a.
Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.
Hent leinkja, sí niðanfyri: Nú til Lær teg at stava 2 :)
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 2 - Avritssíður - Snar.fo: So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 2) sum er til høgru á síðuni. Har eru eisini Stavimynstur 2, sum er framhald frá Stavimynstur 1. Stavimynstur 2 hoyra til Lær teg at stava 2.
Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har.
GG: Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag.
Flokslærari: Laila Haldansen
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða
Mánadagur
13-04-2026
Føroyskt
At gera við hús:
Venjið staviorðini til søgu 6.
Best er, um børnini bæði siga- og skriva orðini.
Tey hava fingið skjalið Staviorð 6 við til hús at skriva á.
Lesið í einari av lesibókunum, ið tey hava fingið við til hús at lesa - miðvís lesing gevur úrslit :)
Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 6 í skúlanum.
Arbeiða í Grønu Finku og Firvaldsbók.
Øll hava lisið við læraranum :)
Týsdagur
14-04-2026
Á Barnakonsert
Vit fara á Barnakonsert í Norðurlandahúsinum, Poetikus.
Vit møta kl. 8.00 í flokshølinum.
Sí nærri kunning um tiltakið, um tit hava hug til tess: NLH
At hava við í skúla:
Lítlan ryggsekk við matpakka.
Tá vit koma aftur av konsertini eta vit matpakka og taka samanum upplivingina.
Næmingarnir hava frí kl. 13.20 sum vanligt.
Mikudagur
15-04-2026
Støddfrøði
Til í dag:
Læra 6- tabell:
6-12-18-24-30-36-42-48-54-60
+ 2 síður víðari, har sum tey eru komin í bók 1B, ið børnini hava í taskuni.
Føroyskt
Í skúlanum: Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Finka lesibók s. 141-143
Finka arbeiðsbók 2 s. 40-43
Grøna Finka
Við hús: So fara vit í gongd við lesiátakið: Lesið tekstin í mappuni, ið tey fingu í gjár (3 ferðir x 1 minutt)
Hósdagur
16-04-2026
Føroyskt
Í skúlanum: Vit arbeiða í Lær teg at stava 2: Vit gera uppgávur til søgu 7.
Arbeiða í Grønu Finku og Firvaldsbók.

Við hús: Lesið tekstin í mappuni. (3 ferðir x 1 minutt)
Fríggjadagur
17-04-2026
Føroyskt
Í skúlanum: Vit gera Staviorð 7 og hava lesiløtu.
Vit taka samanum vikuna :)