Vika 12
Vika 13
Vika 14
Vika 15
Vika 16
Vika 17
Vika 18
Vika 19

Føst boð

Vit arbeiða allatíðina við Betri vinum. 


Fyri at menna orðafeingið hava vit vikuorð. 

Vikuorð: Neyt: kúgv, tarvur og kálvur.

Píkasjey er ein fitt heimastíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a.

Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men  at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.

Hent leinkja, sí niðanfyri: Nú til Lær teg at stava 2 :)
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.

Lær teg at stava 2 - Avritssíður - Snar.fo: So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 2) sum er til høgru á síðuni. Har eru eisini Stavimynstur 2, sum er framhald frá Stavimynstur 1. Stavimynstur 2 hoyra til Lær teg at stava 2.

Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har. 

GG:  Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag.


Flokslærari: Laila Haldansen
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða
Mánadagur
16-03-2026
Støddfrøði
Til í dag:
Læra 5- tabell:
5-10-15-20-25-30-35-40-45-50
+ 2 síður í heftium, ið børnini hava í taskuni
Føroyskt
At gera við hús: 
Venjið staviorðini til søgu 4
Tey hava einki pappír fingið við staviorðunum hesaferð. 

Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 4 í skúlanum.
Arbeiða í Grønu Finku.
Hava lisið gular bøkur og øll hava lisið við læraranum.
Øll hava lisið við læraranum.

Vit lesa gular bøkur hesa vikuna. 
Týsdagur
17-03-2026
Handaverk og list
Vit gera páskaprýði
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eina løtu við hús - miðvís lesing gevur úrslit.

Í skúlanum: 
Vit hava hoyrt ævintýrið um Krússapottin. Vit hava gjørt s. 48-49 í Finku arbeiðsbókini.
Vit lesa ævintýrbøkur. Munnu tær ikki eisini hava okkurt gult á permuni, so tær kunnu skrivast á lepan eisini ? :)
Øll hava lisið við læraranum.

Mikudagur
18-03-2026
Støddfrøði
Til í dag:
Læra 5- tabell:
5-10-15-20-25-30-35-40-45-50
+ til og við s. 13 í bók 1B, ið børnini hava í taskuni.
Føroyskt
At gera við hús: 
Lesið eitt ævintýr saman við børnum tykkara. So kunnu tit práta um ævintýraeyðkennini í ævintýrinum, ið tit lesa.
Eg havi frætt frá ævintýrum og eyðkennum sum 3 og 7 :)

Í skúlanum: 
Vit hoyra ævintýrið um Sjeysovararnar: Gera s. 50-52 í Finku arb. bók 2.
Vit skriva ævintýr. og lesa gular bøkur.
Øll hava lisið við læraranum.

Vit hava lurtað eftir ævintýrinum um Svínadrongin:
Endaði ævintýrið væl?
Hósdagur
19-03-2026
Støddfrøði
Til í dag:
Læra 6- tabell:
6-12-18-24-30-36-42-48-54-60
+ 2 síður víðari, har sum tey eru komin í bók 1B, ið børnini hava í taskuni.
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eina løtu við hús.

Í skúlanum: 
Vit gera uppgávur til søgu 5 í Lær teg at stava 2.
Arbeiða í Grønu Finku ella lesa gular bøkur.
Øll hava lisið við læraranum.

Vit eru so heppin, at oreldraumboðini hava fingið í lag, at vit fara á vitjan í Salmistovu, so hagar fara vit kl. 10 :)

Fríggjadagur
20-03-2026
Støddfrøði
Til í dag:
Læra 6- tabell:
6-12-18-24-30-36-42-48-54-60
+ 2 síður víðari, har sum tey eru komin í bók 1B, ið børnini hava í taskuni.
Føroyskt
Í skúlanum: 
Vit hava um ævintýr
Vit skriva Staviorð 5 og skúlanum og tey fáa eitt pappír við til hús at lesa.
Altjóða Down Syndrom dagur 21. mars
Í sambandi við at Altjóða Down Syndrome dagur er leygardagin 21. mars, so varpa vit ljós á tað til morgunsangin í dag. Liturin henda dagin er BLÁUR- latið okkum vera BLÁ :)