Vika
08
Vika
10
Vika
11
Vika
12
Vika
13
Vika
14
Vika
15
Føst boð
Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Vit hava higartil lært tveir orðaflokkar ávikavist navnorð og sagnorð. Tit eru vælkomin at spyrja børn tykkara eitt sindur um teir báðar orðaflokkarnar.
Vit hava lært, at navnorð síggja, føla og lukta vit. Vit siga ein og eitt um tey. Dømi: Ein genta, ein bilur, eitt hús osfr. Sagnorð: Tað er tað, sum vit kunnu gera. At spæla, at súkkla, at hugsa osfr.
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.
Fyri at menna orðafeingið hava vit vikuorð.
Vikuorð:
Hent leinkja, sí niðanfyri: Nú til Lær teg at stava 2 :)
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 2 - Avritssíður - Snar.fo: So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 2) sum er til høgru á síðuni. Har eru eisini Stavimynstur 2, sum er framhald frá Stavimynstur 1. Stavimynstur 2 hoyra til Lær teg at stava 2.
Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Har liggja eisini krabbabøkur.
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og FríðaGG: Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag
Mánadagur
16-02-2026
Føstulávint
Í dag er føstulávintsmánadagur.
Vit hittast grýluklødd kl. 8.00.
- Fara oman í Auluna til morgunsang og at kvøða saman við grund- og miðdeildini.
- So er myndatøka (floksvís).
- Kapping er milllum flokkarnar um at hava flestar grýlur.
- 9.30 er fríkorter.
- kl. 9.50 fara vit í flokkin saman við Lailu og Eli at hugna okkum :) Vit hava frí kl. 11.20.
Føroyskt
Týsdagur
17-02-2026
Handaverk og list
Vit gera kettur og hundar á ymsan hátt :)
Føroyskt
Í skúlanum:
Vit byrja uppá Lær teg at stava 2.
Vit gera uppgávurnar til Søgu 1.
Arbeiða nógv við at finna stavilsi/klapp. Tað er góð lesi- og skrivivenjing.
Gera føstulávintsuppgávur :)
Mikudagur
18-02-2026
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum. Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Í skúlanum:
Vit arbeiða í bláu Finku við orðaflokkunum navnorð, sagnorð og lýsingarorð.
Vit arbeiða í Finku bókaheildini: Snessa
Í lesibókini s. 124-126
Í arbeiðsbók 2 s. 26-27
Hósdagur
19-02-2026
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum. Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Í skúlanum:
Vit arbeiða í Finku bókaheildini: Kettan kemur í húsið
Í lesibókini s. 127-128
Í arbeiðsbók 2 s. 27-29
Vit tekna kettur s. 132-133.
Fríggjadagur
20-02-2026