Vika 06
Vika 7
Vika 8
Vika 9
Vika 10
Vika 11
Vika 12
Vika 13

Føst boð

Foreldraviðtalurnar vera hósdagin 5. februar, tit hava fingið teldupost hesum viðvíkjandi.

Raðfylgjan er henda:

13.40: Óluva

14.00: Olivia Døgg

14.20: Ranja

14.40: Alda

15.00: Vár

15.20: Aria

15.40: Sjúrður

16.00: Aron

16.20: Brynja

16.40: Niels

17.00: Lív

17.20: Jóhanna

17.40: Eva

Vetrarferian er frá mikudegnum 12. februar. Vit møta aftur í skúla føstulávintsmánadag 16. februar. 

Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men  at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)

Vit hava higartil lært tveir orðaflokkar ávikavist navnorð og sagnorð. Tit eru vælkomin at spyrja børn tykkara eitt sindur um teir báðar orðaflokkarnar.
Vit hava lært, at navnorð síggja, føla og lukta vit. Vit siga ein og eitt um tey. Dømi: Ein genta, ein bilur, eitt hús osfr. Sagnorð: Tað er tað, sum vit kunnu gera. At spæla, at súkkla, at hugsa osfr.

Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.

Góðu tit
Vit fara nú at kvøða miðvíst fram til føstuávint. Grunddeild kvøðir í 3. tíma týsdag og 1. tíma mikudag. Í ár fara vit at leggja dent á at læra Ólavur Riddararós.
Um tit hava hug at hoyra Harkaliðið ella kanska Týr við Ólavi Riddararós, so kunnu tit hoyra tað her :) ólavur riddararós - YouTube 

Fyri at menna orðafeingið hava vit vikuorð. 
Vikuorð: Kallur, brynja

Hent leinkja, sí niðanfyri:
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 1 - Avritssíður - Snar.fo : So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 1) mitt á síðuni.

Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Har liggja eisini krabbabøkur. 

Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða

GG:  Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag
Mánadagur
02-02-2026
Føroyskt
At gera við hús: Venjið staviorðini til søgu 15. Tit hava fingið pappír við øllum staviorðunum ;)
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum. Eg gloymdi at geva teimum pappírið við staviorðunum til søgu 14, so vit skriva tey í skúlanum.

Takið eina lummalykt við í skúla í dag :) So fara vit at lesa í myrkri við lummalyktini :)

Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 15 í skúlanum og so eru vit likðug við Lær teg at stava bókaheildina. Tey hava fingið ta einu bókina við til hús í dag.
Vit lesa við lummalykt í myrkri :) Tað riggaði sera væl og var so sera stuttligt :)
Týsdagur
03-02-2026
Svimjing
Genturnar svimja 2.tíma
Handaverk og list
Vit gera hundar og kettur av ymsum slagi.
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum. Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men  at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)

Í skúlanum:
Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Kelidýr - ketta, kettlingar og hundur.
Lesibók s. 114-119
Arbeiðsbók 2: s. 18-21 

Vit skriva søgu um kelidýr.


Mikudagur
04-02-2026
Betri vinir
Tey koma at gera eina trivnaðarkanning, har næmingarnir dulnevndir svara spurningum skrivliga viðvíkjandi trivnaðinum.
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum. Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men  at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)

Í skúlanum:
Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Kettur: Løða, frensur og kettlingur.
Lesibók s. 120-123
Arbeiðsbók 2: s. 22-25 

Hósdagur
05-02-2026
Foreldraviðtalur
Vit hava foreldraviðtalur í dag. Síggjast :)
Føroyskt
 Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men  at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)

Í skúlanum:
Vit arbeiða í Finku bókaheildini:
Kettur og hundar.
Lesibók s. 120-123
Arbeiðsbók 2: s. 22-25 
Vit arbeiða eisini kreativt við hundum og kettum á ymsan hátt.
Fríggjadagur
06-02-2026
Føroyskt
So fer Bamsuvinurin aftur heim í vikuskifti við einum fittum næmingi :)