Vika 11
Vika 12
Vika 13
Vika 14
Vika 15
Vika 16
Vika 17
Vika 18

Føst boð

Vit arbeiða allatíðina við Betri vinum.


Fyri at menna orðafeingið hava vit vikuorð. 

Vikuorð: álvur

Gransking vísir, at fyri at tú skalt gerast tryggur í at skriva eitt orð rætt, so skalt tú hava skrivað tað í minsta lagi 7-9 ferðir.


Lesing: Minnist til, at tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tit lesa, men  at tit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman :)
Lesigleðin hevur alstóran týdning :)
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur so heilt víst barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.

Hent leinkja, sí niðanfyri: Nú til Lær teg at stava 2 :)
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.

Lær teg at stava 2 - Avritssíður - Snar.fo: So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 2) sum er til høgru á síðuni. Har eru eisini Stavimynstur 2, sum er framhald frá Stavimynstur 1. Stavimynstur 2 hoyra til Lær teg at stava 2.

Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Har liggja eisini krabbabøkur. 

GG:  Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag.


Flokslærari: Laila Haldansen
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða
Mánadagur
09-03-2026
Støddfrøði
Til í dag:
Læra 4- tabell:
4-8-12-16-20-24-28-32-36-40
+ 2 síður í heftium, ið børnini hava í taskuni
Føroyskt
At gera við hús: Vit eru farin í holt við Lær teg at stava 2.
Venjið staviorðini til søgu 3. Tit hava fingið pappír við øllum staviorðunum ;) Sigið mær frá, um onkur manglar. 
Tey eru eisini at finna á netinum her: Lær teg at stava 2 - Avritssíður - Snar.fo
Best er, um børnini bæði siga- og skriva orðini. 
Tey hava fingið skjalið Staviorð 3.

Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit skriva søgu 3 í skúlanum. Arbeiða í Grønu Finku.
Øll hava lisið við læraranum.

Vit lesa gular bøkur hesa vikuna. 
Týsdagur
10-03-2026
Handaverk og list
Vit gera páskaprýði
Svimjing
Genturnar svimja 2. tíma
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum. 

Í skúlanum: 
Vit hava um ævintýr.
Vit skriva ævintýr, spæla ævintýraspæl og
vit lesa ævintýrbøkur. Munnu tær ikki eisini hava okkurt gult á permuni, so tær kunnu skrivast á lepan eisini ? :)

Mikudagur
11-03-2026
Støddfrøði
Til í dag:
Læra 4- tabell:
4-8-12-16-20-24-28-32-36-40
+ 2 síður í heftium, ið børnini hava í taskuni
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum. 

Í skúlanum:
 
Vit hava um ævintýr
Hósdagur
12-03-2026
Føroyskt
At gera við hús:
Lesið eina løtu við hús í lesitilfarinum. 

Í skúlanum:
 
Vit arbeiða við ævintýrum.

Vit gera uppgávur til søgu 4 í Lær teg at stava 2.

Í dag er grækarismessa og vit bjóða tjóðfugli okkara, tjaldrinum vælkomnum :)
Fríggjadagur
13-03-2026
Støddfrøði
Listaleypurin vitjar: Kl. 10 fara vit á konsert hjá Phønix.
Føroyskt
Í skúlanum: 
Vit gera staviorð 4.