Vika 43
Vika 44
Vika 45
Vika 46
Vika 47
Vika 48
Vika 49
Vika 50

Føst boð


Í skúlanum fara vit at hava Virkin oktober í huga í allan oktober mánaða :)



Eg haldi sjálv, at kalendarin hevur frálík hugskot um, hvussu vit eru virkin, hugbundin og saman :) Er ikki neyðugt at gera tað, júst tann dagin tað stendur, men t.d. ein dag, tá tað liggur fyri ;) Eg havi lagt leinkjuna her og eisini hava næmingarnir fingið hvør sítt eintak av "Virkin oktober".
ABC- sangurin:  Ver virkin, ver saman, ver hugbundin.Bing Videoer

Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. So brúka tit brúkaramerkið og loyniorðið, ið eg gav tykkum á fundinum. Sigið endiliga frá, um tit ivast í onkrum. Blíðar heilsanir Laila

Fyri at menna orðafeingið hava vit vikuorð. 

Vikuorð: At hava í huga: Ikki renn, ikki gang, hoyri eg mangan. Børn/ung taka -a burtur. Ikki ger hatta osfr. Tað rætta er sjálvtsagt, ikki renna, ikki ganga, ikki gera so osfr. Rættið tílíkan málburð, tá tit hoyra hann.

Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.

Hent leinkja, sí niðanfyri:
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 1 - Avritssíður - Snar.fo : So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 1) mitt á síðuni.

Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og Fríða

GG:  Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag
Genturnar í 2. b svimja makavikur/líkavikur

Mánadagur
20-10-2025
Føroyskt
Laila Haldansen er á skeiði og Gunnvá B. Nielsen hevur flokkin.

Í skúlanum: Lær teg at stava: Vit gera uppgávur til søgu 5 s. 18-19.
Kunnu eisini væl gera s. 20-21.
Arbeiða í Firvaldsbókum og hava lesiløtu ella okkurt annað.



Týsdagur
21-10-2025
Handaverk og list
Evnið: Heystið
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eina løtu við hús.

Í skúlanum: Vit práta, skriva og tekna um heystfrítíðina.
Mikudagur
22-10-2025
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eina løtu við hús. 
Eitt hugskot er, at tit eisini lesa eitt ævintýr fyri/saman við børnum tykkara, nú ið vit fara at hava um ævintýr í skúlanum :)

Í skúlanum:
So fara vit at hava um ævintýr :)
Finka lesibók s. 52-55
Finka arbeiðsbók: s. 38-41
Arbeiða í grønu Finku ella Firvaldsbók.
Vit hoyra ævintýr.
Vit skriva ævintýr. 
Hósdagur
23-10-2025
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eina løtu við hús.

Í skúlanum:
So fara vit at hava um ævintýr :)
Finka lesibók s. 56-57

Vanlig orð 2: Næmingarnir fáa Vanlig orð 2 við til hús at lesa.

Arbeiða í grønu Finku ella Firvaldsbók.
Vit hoyra ævintýr.
Vit skriva ævintýr. 
Fríggjadagur
24-10-2025
Føroyskt
Í dag fer bamsuvinurin aftur á vitjan :)
Vit taka saman um vikuna :)