Vika
42
Vika
44
Vika
45
Vika
46
Vika
47
Vika
48
Vika
49
Føst boð
Í skúlanum fara vit at hava Virkin oktober í huga í allan oktober mánaða :)

Eg haldi sjálv, at kalendarin hevur frálík hugskot um, hvussu vit eru virkin, hugbundin og saman :) Er ikki neyðugt at gera tað, júst tann dagin tað stendur, men t.d. ein dag, tá tað liggur fyri ;) Eg havi lagt leinkjuna her og eisini hava næmingarnir fingið hvør sítt eintak av "Virkin oktober".
Virkin oktober: Virkin oktober 2025 - Kalendari 3.0
ABC- sangurin: Ver virkin, ver saman, ver hugbundin.Bing Videoer
Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. So brúka tit brúkaramerkið og loyniorðið, ið eg gav tykkum á fundinum. Sigið endiliga frá, um tit ivast í onkrum. Blíðar heilsanir Laila
Fyri at menna orðafeingið hava vit vikuorð.
Vikuorð: At hava í huga: Ikki renn, ikki gang, hoyri eg mangan. Børn/ung taka -a burtur. Ikki ger hatta osfr. Tað rætta er sjálvtsagt, ikki renna, ikki ganga, ikki gera so osfr. Rættið tílíkan málburð, tá tit hoyra hann.
Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, ið tit hava tíð og orku til við hús, tað kemur barni tykkara til gagns. Eisini er sera gott, at tit lesa søgur fyri børnum tykkara, har tit eisini fáa eina friðarliga og hugnaliga løtu saman.
Hent leinkja, sí niðanfyri:
Her kunnu tit venja orðini í "Lær teg at stava" saman við børnum tykkara. Børnini kunnu lesa orðini upp fyri tykkum og tit kunnu eisini spyrja tey, hvussu tey stavast :) Við hesum venjingunum menna tey bæði lesi- og skriviførleikarnar.
Lær teg at stava 1 - Avritssíður - Snar.fo : So velja tit eitt av teimum trimum í svarta breddanum (Lær teg at stava 1) mitt á síðuni.
Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda
Foreldraumboð: Mary og FríðaGG: Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag
Genturnar í 2. b svimja makavikur/líkavikur
Mánadagur
13-10-2025
Týsdagur
14-10-2025
Mikudagur
15-10-2025
Hósdagur
16-10-2025
Fríggjadagur
17-10-2025