Vika 16
Vika 17
Vika 18
Vika 19
Vika 20
Vika 21
Vika 22
Vika 23

Føst boð

Góðu foreldur :) Ja, nú er skúlaárið av álvara farið at halla. Sum eg havi nevnt fyri tykkum foreldrum á foreldrafundi, so fara vit at skriva Synopsu í føroyskum, og eg havi eisini greitt næmingunum frá hesum. Skjótt fara vit at trekkja hugdýpingarøkini, og tað verður gjørt við lutakasti. Síðani fara vit í holt við at skriva Synopsu. 
Næmingarnir fáa 8-10 føroyskt tímar at arbeiða við Synopsuni í, so tað skuldi verið ein stór hjálp, og er tað eisini umráðandi at brúka teir tímarnar við skili. 
Synopsuskjalið skal latast inn 7. mai. Síðani fara næmingarnir til munnliga próvtøku í Synopsuni einaferð eftir tær skrivligu royndirnar. Vit vita við vissu, at næmingarnir koma upp til próvtøku í føroyskum í 9. flokki, og tískil haldi eg tað vera av størstum týdningi, at tey hava roynt próvtøkuháttin frammanundan, og tað hava vit so møguleika til at gera nú.






Mánadagur
13-04-2026
Alis- og evnafrøði
Vit fara at skriva ein royndarfrágreiðing út frá royndini, ið tit gjørdu seinast.
"Elektrolýsa í saltsýru"
Lívfrøði
Framløga
Føroyskt
Í skúlanum: Vit arbeiða í bólki og greina og tulka myndirnar á s. 141-142 Í Kerinum 40.
Vit lesa blaðgreinina, Tey eldru skilja ikki trýstið, vit liva undir á s. 249 í Dropum.
Vit lesa s. 233 í Dropum - Yrkistekstir.
Týsdagur
14-04-2026
Danskt
Vit halda áfram við framløgunum. Tey sum ikki náddu at leggja fram fríggjadagin, leggja fram.
Føroyskt
Næmingarnir hava frí tveir teir fyrstu tímarnar, tí Laila fer til Havnar við 2.b.
Týskt
Heima: einki 
Í skúlanum: 
- mállæra s. 25, 26 og 27
Støddfrøði
Rokna til og við 626
Mikudagur
15-04-2026
Samfelagsfrøði
Lesið s. 62-64 heima.
Týskt
Vegna landsroynd hava tit frí
Hósdagur
16-04-2026
Støddfrøði
Rokna til og við 637.

Minnist til at taka innlatingarheftið við í skúla.
Fríggjadagur
17-04-2026
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Lesið s. 36-41
Tit hava øll fingið hvør sítt brot at siga frá/leggja fram fyri flokkinum :) 
Føroyskt
Í skúlanum: Vit arbeiða við greinini, Tey eldru skilja ikki trýstið, vit liva undir á s. 249 í Dropum. Blaðgreinin verður partur av hugdýpingarøkjum til Synopsuna.

At gera við hús: 
Lesið blaðgreinina....
Hugsið um, hvat evnið í blagreinini er?
Hvør er móttakarin?
Við hvørjum endamáli er blaðgreinin skrivað?