Vika 43
Vika 44
Vika 45
Vika 46
Vika 47
Vika 48
Vika 49
Vika 50

Føst boð

Foreldrafundur verður mánadagin 6. oktober kl. 17 í floksstovuni. (Stova 14)

Nýtt føroyskt orðaspæl: orðasnar.fo
Tað er skilagott, at tit skifta orð um orðatakið og vikuorðini við hús eisini - serliga, tá vit hava gjøgnumgingið tey í skúlanum. 
Tað er ein sannroynd, at tað eru nógv orð, ið næmingar ikki skilja, ið teir lesa. Fáið tykkum tískil tann vana at hyggja inn á sprotin.fo, har síggja tit, hvat tey merkja.

Mánadagarnar 29. september og 6. oktober skulu tey, sum skulu konfirmerast um heystið, møta í kirkjuni kl. 08-09.30. Síðani koma tey í skúla til 3. tíma. Tey, sum vórðu konfirmerað í vár, skulu møta í skúla til undirvísing kl. 08.
Prestur er Lis Samuelsen.

Mánadagur
20-10-2025
Lívfrøði
Lesið kap. 3 Vandafulli roykurin 
Føroyskt
Orðatakið hesa vikuna: Vármøði er heystgrøði

Laila Haldansen er á skeiði og Gunnvá B. Nielsen hevur flokkin.

Eg havi lagt tykkum eina framseting/stíl inn á Teams, sum tit arbeiða við hesar tímarnar. Eg havi skrivað tykkum eina vegleiðing inni á Teams eisini.
  • Les evnið, sum er ein stuttsøga væl og virðiliga/nærles.
  • Ger eina byrjan til framsetingina.
Týsdagur
21-10-2025
Støddfrøði
Øll eru nú komin til G248 ella longri. Minnist til at um ein er sjúk ella sjúkur og ikki hevur bókina við heim, liggur bókin á ibok og google books, so tað er ikki neyðugt at koma afturúr.

Hvat merkir tað at brotini eru einnevnd?
Hvat merkir tað at vídd verður roknað í deildum?
Føroyskt
Í skúlanum: Orðatakið hesa vikuna. Vit skriva í loggbókina um orðatakið.
Snarskriva um heystfrítíðina.
Hvíti fuglur: Annar partur
Mikudagur
22-10-2025
Hósdagur
23-10-2025
Søga og samtíð
Lesið frá niðast á s. 16 til s. 21 í søgubókini.
Fríggjadagur
24-10-2025
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Heima: 
Les s. 20 gjølla og væl. Dugir tú at endurgeva tað, tú hevur lisið? 
Minst til at lesa faktaboksir og myndatekstir. Øll skriftstøðini á síðuni eru um Pætur. Les punktini væl og sig hvat vit fáa at vita um Pætur. 
Føroyskt
At gera við hús: 
Lesið í Hvíti fuglur

Vit arbeiða við "Hvíti fuglur" í skúlanum.