Vika 43
Vika 44
Vika 45
Vika 46
Vika 47
Vika 48
Vika 49
Vika 50

Føst boð




Góðu tit har heima.

Nú eru vit komin í gongd. Næmingarnir hava fingið lesibókina Finka til annan flokk heim við. Tey hava einki fyri til mánadagin, men gott um tit kunnu binda bókina inn. Hetta verður okkara fasta lesibók, umframt at næmingarnir eisini fáa ymiskar krabbabøkur heim við at lesa. 
Eg gleði meg til uppgávuna saman við tykkara børnum, og vónandi fáa vit eitt gott samstarv. 

Blíðar heilsanir 
Vit øll

Heidi Vinther Egholm Flokslærari, Føroyskt,  Handaverk og list  tlf 519216
Vagnur Streymoy, Rokning og Heimstaðarlæra  
Anna Sunadóttir Hansen: Kristni  tlf: 278149
Sarita Eriksen: ìtróttur 

GG:  Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag 


Foreldraumboð fyri flokkin eru: Durita, mamma Leu
                                             Heidi, mamma Lín 
                                             Paula, mamma Rana

ì næmingaráðið eru vald:         Villiam og Thora



Tilmelding til horn

Góðu foreldur
Í dag hava vit báðir, Atli of Ken havt vitjan av børninum í 2. flokki, har tey hava havt høvi at lurta eftir hornspæli, og eru sloppin at royna seg eitt sindur sjálv.

Vit vóna at fleir av teimum hava fingið hug at ganga til hornspæl av hesum brellbitanum.

Undirvísing til horn fer fram í skúlatíð, og tá børnini hava spælt eina tíð, koma tey automatiskt upp í skúlaorkestrið hjá okkum, sum eisini venur í skúlatíð.

Tað kostar 1.000,- kr. um árið at spæla horn. Ein royndartíð er fram til árskiftið, og rokningar verða ikki sendar fyrr enn eftir summarfrítíðina.

Um so er at barn tykkara hevur hug at royna hornspæl, kunnu tit tekna tað við at senda ein teldupost til:
atli-kar@olivant.fo.
í teldupostinum má verða nevnt: fult navn, føðingardagur, bústaður umframt navn og telefon nummar hjá foreldur ella avvarandi.

Tit eru vælkomin at ringja um tit hava spurningar.

Heilsan
Atli K. Petersen
Leiðari fyri Musikkskúlan í Vestmanna
tlf: 286603

 
                                             
Mánadagur
20-10-2025
Føroyskt
Vit tosa um evnisvikuna, ið var áðrenn heystfrítíðina og vit tosa um heystfrítíðina. 

Vit lesa um Eiturkoppin sí 60-61 í Finku
Gera sí 44-45 í Arbeiðsbókini.


Týsdagur
21-10-2025
Handaverk og list





Vit gera spøkilsir úr garni.
Føroyskt
Heima: Lesa í 10 min



Mikudagur
22-10-2025
Føroyskt
Heima: Lesa í 10 min

ì skúlanum: Vit lesa sí 62 og 64-65. Finka
Gera sí 46-47 í Arbeiðsbókini um orðafelli. 
Hósdagur
23-10-2025
Føroyskt
Heima: Lesa í 10 min

ì skúlanum: Vit lesa sí 66-67 Finka

Vit gera verkevnið sí 68-69 í Finku. Tekna eitt lokkanet. 
Gera sí 48-49 í Arbeiðsbókini. Vit kanna. 
Arbeiða eisiini í Lær teg at stava.

Fríggjadagur
24-10-2025