Vika 38
Vika 39
Vika 40
Vika 41
Vika 42
Vika 43
Vika 44
Vika 45

Føst boð




Góðu tit har heima.

Nú eru vit komin í gongd. Næmingarnir hava fingið lesibókina Finka til annan flokk heim við. Tey hava einki fyri til mánadagin, men gott um tit kunnu binda bókina inn. Hetta verður okkara fasta lesibók, umframt at næmingarnir eisini fáa ymiskar krabbabøkur heim við at lesa. 
Eg gleði meg til uppgávuna saman við tykkara børnum, og vónandi fáa vit eitt gott samstarv. 

Blíðar heilsanir 
Vit øll

Heidi Vinther Egholm Flokslærari, Føroyskt,  Handaverk og list  tlf 519216
Vagnur Streymoy, Rokning og Heimstaðarlæra  
Anna Sunadóttir Hansen: Kristni  tlf: 278149
Sarita Eriksen: ìtróttur 

GG:  Dreingirnir hava SI 1. tíma týsdag 



Mánadagur
15-09-2025
Føroyskt
Heima: Lesið heima 10 min hvønn dag. 
Tað sama fyri sum hósdagin, sí 32 Grind og spik. Lesið serliga væl fyrstu 3 reglurnar, hesar verða lisnar upp í skúlanum. 
ì Skúlanum; Lesa og arbeiða í arbeiðsbókini sí 22. Eisini frætta vit frá Bamsuvininum, sum nú aftur er  farin á ferð runt til børnini. ?
Støddfrøði
At gera heima til í dag: 
Tað, sum ikki er gjørt á s. 22-23 í grundbókini. 
Týsdagur
16-09-2025
Støddfrøði
At gera heima til í dag: 
Tað, sum ikki er gjørt á s. 24 í grundbókini.
Mikudagur
17-09-2025
Føroyskt
Heima: Lesið 10 min hvønn dag. Lesa sí 44 í Finku. Kettan og konan. Lesið serliga væl tær fyrstu 4 reglurnar,. hesar verða lisnar upp í skúlanum.

ì skúlanum: Vit lesa. Práta um síðurnar 34-41 í Finku.
Skriva í arbeiðsbókini sí 36 umframt nakrar síður til "Vit práta" í Finku. 
Støddfrøði
Hyggið í pennahúsarnar! Børnini skulu hava linjál, litblýantar, skriviblýantar og viskileður. 

Roknið tvær síður í uppgávubókini heima. Næmingarnir fylgjast ikki í uppgávubókini, men vit eru komin væl inn í kap. tvey.
Hósdagur
18-09-2025
Annað

Minnist til foreldrafundin, ið verður í kvøld kl 17 í Bjargastovu, heimastovuni hjá 2.a
Føroyskt
Heima: Lesið 10 min hvønn dag.
Lesið sí 45 í Finku. Kettan og konan.
Lesið serliga væl 4 tær fyrstu reglurnar.

ì skúlanum: Lesa og arbeiða í Vanlig orð bókini (Grønu bók) sí 12-13 og Firvaldsbókini.

Fríggjadagur
19-09-2025
Føroyskt
Vinarbamsan kemur heim við einum barni í dag. 
Ítróttur
Dreingirnir hava ítrótt 1. tíma og svimja 2. tíma.
Støddfrøði
Roknið tvær síður í uppgávubókini. Næmingarnir fylgjast ikki í uppgávubókini, men vit eru komin væl inn í kap. tvey.

At gera heima til í dag: 
Tað, sum ikki er gjørt á s. 25-26 í grundbókini.