Vika 11
Vika 12
Vika 13
Vika 14
Vika 15
Vika 16
Vika 17
Vika 18

Føst boð

Lesingin: Tað hevur sera stóran týdning, at næmingar lesa, og at vit royna at halda fast í lesigleðini, sum ofta gleppur okkum av hondum í júst hesum aldursbólki. 

Hóast næmingarnir duga at lesa sjálvir og hava tørv á at venja egna lesing, so eru løturnar, 

tá ið tit saman savnast um upplestur eisini gull verdar :) 

 

Vónandi taka tit eisini eitt prát um orðatøkini og vikuorðini?

Orðatakið hesa vikuna: Sum tú reiðir, skalt tú liggja 
Vikuorðið: beinasamur  


Kære alle. 7. kl. har projektuge, så hvis I vil hjælpe med at besvare dette skema: Vitjandi børn á Grønanesi!


https://forms.office.com/Pages/ResponsePage.aspx?id=TWbUsi8C20e3cWLMLmUxR0sjB1kEIN9Lm8ugz9mC2GpUOUMyR1RQSFJPT1dMV1hGU0dVTjVRNVM3RS4u

Mánadagur
09-03-2026
Danskt
At gera við hús: Venjið staviorðini til Luftpost 7 við hús.
Vit skriva diktatina "Luftpost 7".
Vit hava um Føroyar:
Færøerne - Opgaveskyen.dk
Støddfrøði
Heima:
5a Grundbók: Vit rokna til s.95 + emat uppgávu, sum skal vera liðug til fríggjadagin 13. mars

Í skúlanum:
5a Grundbók: Vit rokna s.96 og 97
Gigni
Næmingarnir hava fingið eitt spurnarblað, sum skal útfyllast saman við einum vaksnum og takast við í skúla skjótast gjørligt. 



Týsdagur
10-03-2026
Mikudagur
11-03-2026
Støddfrøði
Heima:
5a Grundbók: Vit rokna til s.97 + emat uppgávu, sum skal vera liðug til fríggjadagin 13. mars

Í skúlanum:
Vit gera eina emat uppgávu
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Í dag bjóðar Fríði okkum okkurt leskiligt :)
Annað


Føroyskt
Heima: 
Lesið Fyrisøgn 1, s. 10 í Nem mál í fimta. Leggið tykkum í geyma, hvussu tølini stavast. 
Hósdagur
12-03-2026
Gigni

Góðu foreldur og næmingar í 5 fl. 

Næstu vikurnar bjóðar heilsufrøðingurin á skúlanum øllum børnunum í 5. flokki til samrøðu og kanning. Í einstaklingasamrøðu tosa vit um, hvussu barnið hevur tað, og hvussu barnið trívist í skúla, heima og í frítíðini. Umframt samrøðuna við heilsufrøðingin verða eyguni, hædd og vekt kannaði. 

Børnini hava fingið ein brævbjálva við einum spurnarblaðið og faldara um HPV koppseting heim við. Barnið skal útfylla spurnarblaðið saman við sínum foreldrum og geva tað aftur til flokslæraran skjótast gjørligt 

Faldarin er ein áminning um, at tað er nú barnið eigur at verða koppsett fyri HPV. Hetta skal gerast hjá egnum kommunulækna.  

Foreldur eru vælkomin at seta seg í samband við heilsufrøðingin, um tørvur er á hesum, áðrenn tosað verður við barnið. 

Vinaliga Durita Restorff, heilsufrøðingur, Tlf. 562303, Teldupost: duritar@gigni.fo

Fríggjadagur
13-03-2026
Støddfrøði
Heima:
5a Grundbók: Vit rokna til s.97 + emat uppgávu, sum skal vera liðug í dag

Í skúlanum:
5a Grundbók: Vit rokna s.98 og 99
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Listaleypurin vitjar: Kl. 10 fara vit á konsert hjá Phønix.

At læra við hús: Ørindi 1. Eg veit ein góðan seyðamann,
og fylgi síni elskar hann;
tey teljast í mong túsundtal,
tó røktar hann øll líka væl.
Føroyskt
Tey, ið enn ikki hava latið søguna inn, lata inn í dag!!