Vika
44
Vika
46
Vika
47
Vika
48
Vika
49
Vika
50
Vika
51
Føst boð
Lesing: Tað hevur týdning, at næmingar lesa nógv, men tað hevur eisini alstóran týdning, at vit halda fast í lesigleði teirra. Gerið lesiløtuna heima hugnaliga og veljið tíðir á degnum, tá ið tit eru væl fyri :) Hóast næmingarnir nú duga at lesa sjálvir og hava tørv á at venja egna lesing, so eru løturnar, tá ið tit saman savnast um upplestur eisini gull verdar :)
Faldari um lesing hjá børnum í aldrinum 7-10 ár: https://www.malmenning.fo/wp-content/uploads/2018/06/5f.pdf
Útiskúli: Hósdagar fara vit út, tískil er gott, at næmingarnir eru ílatnir til at fara út.
Vinarbólkar í 1.a
1. bólkur: Treysti, Karolina, Lea, Sofía
2. bólkur: Rani, Saranja, Birna, Villliam, Thora
3. bólkur: Óla Jákup, Røskva, Rúna, Lý
Ítróttur/svimjing í 1.a (næmingarnir skulu hava skiftiklæðir og handklæði við)
- Genturnar hava rørslu/ítrótt 4. tíma mánadag og svimja 5. tíma týsdag
- Dreingirnir svimja 4. tíma mánadag og hava rørslu/ítrótt 3. tíma týsdag.
Foreldraumboð í 1.a: Ásvør, Oddvør og Tórunn.
Mánadagur
26-10-2026
Føroyskt
Vit byrja upp á nýggjan bókstav: arbeiða við Nn í ymsu bókunum.
Duga tit nøkur orð við Nn í sær?
Er /n/ ljóðið fremst, í miðjuni ella aftast í orðinum?
Í dag hava vit m.a. verið úti og leita eftir orðum við Nn í sær :) Finna tit nøkur heima?
Annað
At gera við hús til í dag:
Les 9. og 10. kap. í Rannvá
Týsdagur
27-10-2026
Støddfrøði
At gera heima til í dag:
Skrivið 8 og 9-tølini í skriviheftinum.
Mikudagur
28-10-2026
Handaverk og list
Vit gera frottage- skrímsl.
Støddfrøði
Børnini fingu grundbók 1a, grundbók 1b og arbeiðsbók a-b heim við í gjár. Vit eru liðug við tær, og tær skulu ikki við aftur í skúla.
Føroyskt
Upplestur:
Vit eru farin at lesa Pippi Langsokkur, m.a. fyri at venja at sita friðarlig og lurta - tað er ein dygd, ið vit øll eiga at duga.
Í dag hugdu vit so eftir einum parti av Pippi á dr.dk.

Vinabólkar:
Vinabólkarnir eru nú gjørdir og liggja ovast á síðuni.
Hósdagur
29-10-2026
Føroyskt
Rannvá er á skeiði í dag. Vikarur hevur tímarnar :)
Til vikarin:
- Arbeiðið við Nn í øllum trimum súlubókunum - IKKI fara til næsta bókstav.
- Stavilsiskríggj
- Lesið tvey og tvey saman í 10-15 min.
- tekna og skriva eina søgu í gula heftið.
- Syngja saman - sangir úr bókstava- og ljóðbókini
Fríggjadagur
30-10-2026
Føroyskt
Vit byrja upp á nýggjan bókstav: arbeiða við Rr í ymsu bókunum.
Duga tit nøkur orð við Rr í sær?
Er /r/ ljóðið fremst, í miðjuni ella aftast í orðinum?
Rr dugir ikki at siga alt sítt navn. Hann sigur bara /rrr/