Vika
37
Vika
39
Vika
40
Vika
41
Vika
42
Vika
43
Vika
44
Føst boð
Foreldrafundur verður 8. september kl. 17. Fundurin verður í floksstovuni, har bókasavnið plagdi at vera.
Starvsvenjingin verður 14. september til og við 22. september.
Námsferð 23.-30. september
Mánadagur
07-09-2026
Lívfrøði
Í dag byrja vit uppá evni:
Tú verður tað, tú etur
Føroyskt
At gera við hús: Tit skulu hava lisið til og við s. 61 til í dag.
Í skúlanum: Vit arbeiða við skaldsøguni, Sólgrátur.
Týsdagur
08-09-2026
Foreldrafundur
Foreldrafundur verður kl. 17. Fundurin verður í floksstovuni, har bókasavnið plagdi at vera.
Støddfrøði
Rokna til og við 128 liðugt heima.
Alis- og evnafrøði
Í dag arbeiða vit við uppgávum úr kap. 5 "Súrt og basiskt" og
kap. 6 "Sølt - úr metali og sýru"
Føroyskt
Í skúlanum: Vit arbeiða við skaldsøguni, Sólgrátur.
Lesa í bólkunum
Mikudagur
09-09-2026
Samfelagsfrøði
Lesið s. 8-11 í bókini
Søga og samtíð
Vit lesa s. 16-17 í bókini
Lívfrøði
At lesa til í dag:
"Tú verður tað, tú etur" kap.1
Vit tosa um lisnan tekst og loysa uppávur til tekst.
Somuleiðis tosa vit víðari um føðsluvirði frá mánadegnum
Hósdagur
10-09-2026
Landafrøði
Minnist til at svara spurningunum 1-5. Tit lata inn, tá allir 10 spurningarnir eru svaraðir - meir um tað seinni.
Føroyskt
At gera við hús: Tit skulu hava lisið til og við s. 69 til í dag.
Steðgið á, ella skrivið orðini niður, ið tit ikki skilja - og kannið síðani eftir, hvat tey merkja. Hetta stuðlar undir lesifatan tykkara - t.v.s. at tit skilja betur tað, ið tit lesa.
Í skúlanum: Vit arbeiða við skaldsøguni, Sólgrátur. Vit hava lisið í bólkum.
GG!: Tit fáa fyri at lesa til eftir námsferðina - øll skulu hava lisið til og við s. 101 í skaldsøguni Sólgrátur.
Tit fáa stíl/framseting fyri. Stílaevnið ber heitið: Starvsvenjing, og eg havi lagt tykkum tað inn á Teams. Tit skulu lata mær stílin/framsetingina inn í seinasta lagi tann 20. sept. kl. 21.00. Tað er skilagott at skriva Loggbók, tá tit eru í starvsvenjing, so tit á tann hátt betri minnast og hava skil á, hvat tit skulu skriva um starvsvenjingina.
Fríggjadagur
11-09-2026