Vika 41
Vika 42
Vika 43
Vika 44
Vika 45
Vika 46
Vika 47
Vika 48

Føst boð

Miðvís lesing hevur alstóran týdning. Mána-, týs-, hós- og fríggjadag byrja vit dagin við eini lesiløtu, har næmingarnir sita og lesa og lærarin/lærarinnan gongur runt og næmingarnir lesa eitt brot upp hart fyri honum/henni
.


Lesing: 

Tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi vit lesa, men at vit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman

Lesigleðin hevur alt at siga :)

Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, tit hava tíð og orku til tað heima við hús, tað kemur heilt víst barni tykkara til gagns.

At taka sær stundir at lesa søgur fyri barni sínum og hava eina friðarliga og hugnaliga løtu saman, er gull vert og er við til at stimbra orðafeingið


Vit arbeiða miðvíst við Betri vinum.  

 


Vit leggja dent á at fara út um skúlans gátt sum part av læringini. 


Píkasjey  er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a. 


Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har. Tit brúka skulin.fo teldupostadressuna og loyniorðið, til at rita inn. 



Flokslærari: Laila Haldansen 

Foreldraumboð: Mary og Fríða 

Mánadagur
05-10-2026
Danskt
Í skúlanum: Vit arbeiða við Søren og Mette lesi- og arbeiðsbók
Føroyskt
At gera við hús: Venjið staviorðini til Søgu 18 
Lesið í lesitilfarinum.

Í skúlanum: Vit skriva Søgu 18, og so er bókin liðug :)

Týsdagur
06-10-2026
Føroyskt
At gera við hús: 
Lesið eina løtu

Í skúlanum: Vit byrja við lesiløtu. Øll hava lisið við læraranum. Arbeiða í Grønu Finku og fóru ein túr í Viðarlundina at hyggja eftir teknum um, at heystið er í hondum.

Mikudagur
07-10-2026
Heimstaðarlæra
Vit práta um svøvn og hvørjar ávirkan góður og nóg nógvur svøvnur hevur á okkara trivnað. Vit hava brúkt tilmælini á Gigni.
Hósdagur
08-10-2026
Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundurin verður í dag kl. 17. Vit síggjast!
Føroyskt
At gera við hús: 
Lesið eina løtu. Miðvís lesing gevur so heilt víst úrslit.

Í skúlanum: Vit byrja við lesiløtu. Øll hava lisið upp fyri lærarinnuni. Hava fingið eitt Lesi- skattakort, so sleppa tey at fáa ein lut úr skattakistuni, tá tey hava fult skattakort.
Síðani arbeiddu vit í bókini "Hervør og Høgni í triðja". 
Tá ið litirnir hildu ting
S. 32-35 í lesibókini
S. 26-27 í arbeiðsbókini


Fríggjadagur
09-10-2026
Handaverk og list
Í dag fara vit at eta miðmála saman - breyð og pálegg. Tvs. tað er ikki neyðugt við matpakka.
Annað
Góða heystfrítíð, øll somul :)

Føroyskt
Í skúlanum: Í dag spæla vit ymisk spøl.
Ikki neyðugt at hava skúlatasku við í dag :)