Vika 37
Vika 38
Vika 39
Vika 40
Vika 41
Vika 42
Vika 43
Vika 44

Føst boð

Vit eru farin í holt við at gera krabbaugggávur til krabbabøkur - á henda hátt arbeiða vit við lesifatanini. Tey fáa tó ikki krabbauppgávur til hvørja ferð.



Lesing: Tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi vit lesa, men at vit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman

Lesigleðin hevur alt at siga :)

Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, tit hava tíð og orku til tað heima við hús, tað kemur heilt víst barni tykkara til gagns.

At taka sær stundir at lesa søgur fyri barni sínum og hava eina friðarliga og hugnaliga løtu saman, er gull vert og er við til at stimbra orðafeingið


Vit arbeiða miðvíst við Betri vinum 

 


Vit leggja dent á at fara út um skúlans gátt sum part av læringini. 


Píkasjey  er ein fitt heimasíða, har fáa tit ymiskt spennandi at vita um fuglar o.a. 


Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Umframt bøkurnar sum vit brúka í ymsu lærugreinunum, eru krabbabøkur eisini at finna har. Tit brúka skulin.fo teldupostadressuna og loyniorðið, til at rita inn. 



Flokslærari: Laila Haldansen 

Næmingaumboð fyri flokkin: Aria og Alda 

Foreldraumboð: Mary og Fríða 

Mánadagur
07-09-2026
Føroyskt
At gera við hús: Lesið Søgu 16 -og venjið staviorðini til søguna við hús væl og virðiliga - eg havi givið teimum pappír at skriva staviorðini á við til hús.

Í skúlanum: Vit skriva Søgu 16 í Lær teg at stava 2. 
Hava lesiløtu, har vit sita einsæris og lesa krabbabøkur og arbeiða við krabbauppgávu til bókina.

Týsdagur
08-09-2026
Ítróttur
Sera týdningarmikið at øll minnast at hava ítróttarklæðir, innanduraskógvar og handklæði við hvørja ferð vit hava ítrótt.
Kunning: 
3. flokkur (A og B) skulu hava ítrótt í Kvívík í 2 vikur. (1. og  8. sept). 

  • Vit fara til Kvívíkar umleið kl. 11.30. 
  • Vit eta matpakkan áðrenn vit fara
  • Vit skulu hava bæði ítróttarklæðir og svimjiklæðir við
  • Vit svimja upp á skift floksvís
  • Vit eru aftur tá tímin plagar at enda

Føroyskt
Í skúlanum: Vit arbeiða í bókini "Hervør og Høgni í triðja".
Lesibók s. 26-27
Arbeiðsbók s- 20-21.
Lesiløtu og Grønu Finku

Altjóða Lesidagur
Í dag er Altjóða Lesidagur. Kanska tit fáa tykkum eina eyka góða lesiløtu í dag :)
Mikudagur
09-09-2026
Heimstaðarlæra
Sigmundur og Tróndur
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Eg og framtíð mín
Hósdagur
10-09-2026
Føroyskt
At gera við hús: Lesið eina løtu í krabbabókum og gerið uppgávu til.

Í skúlanum: Vit arbeiða við Pippi.
Hesaferð fær hon tjóvar á vitjan. Vit hyggja eftir partinum, har tjóvarnir koma á gátt.

Fríggjadagur
11-09-2026
Føroyskt
Í skúlanum: Vit taka samanum í tilfarinum, ið vit hava havt hesa vikuna.
Bamsuvinurin
Í dag fer Bamsuvinur heim í vikuskifti saman við einum næmingi, hann er sera spentur :)