Vika 41
Vika 42
Vika 43
Vika 44
Vika 45
Vika 46
Vika 47
Vika 48

Føst boð

Píkasjey er ein fitt heimasíða við ymiskum spennandi tilfari.

Vikuorð: hvassur (stormur, knívur)
Sangurin hesa vikuna: Heilagt ljóð oss legg á tungu

Lesing: Tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi vit lesa, men at vit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman

Lesigleðin hevur alt at siga :)

Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, tit hava tíð og orku til tað heima við hús, tað kemur heilt víst barni tykkara til gagns.

At taka sær stundir at lesa søgur fyri barni sínum og hava eina friðarliga og hugnaliga løtu saman, er gull vert og er við til at stimbra orðafeingið


Foreldraumboð: Vár og Bjørt

Mánadagur
05-10-2026
Støddfrøði

Í seinastuni hava vit arbeitt við at máta og viga. Vit hava lært um gramm, kilogramm, centimetur, metur , desilitur og litur.

Ynskiligt er, at tit nýta gerandisstøður heima at tosa við børnini um hesar eindir. Tit kunnu til dømis máta longdir, viga ymiskan mat ella baka saman. Tá fáa børnini høvi at royna seg í verki og styrkja sína fatan av teimum støddfrøðiligu hugtøkunum.

Føroyskt
Heima: 
Staviorð: Ven staviorð 2. Øll staviorðini liggja í taskumappuni
Í skúlanum: 
Vit arb. við uppgávunum og skriva fyrisøgn. 

Annars eru vit liðug til og við s. 12  í Vanlig orð 1-3

Týsdagur
06-10-2026
Ítróttur
Í dag fara vit til Kvívíkar at svimja 
Føroyskt
í skúlanum: 
Frískriving - vit skriva søgur og lesa upp fyri flokkinum
Mikudagur
07-10-2026
Hósdagur
08-10-2026
Fríggjadagur
09-10-2026
Góða heystfrí