Vika 37
Vika 38
Vika 39
Vika 40
Vika 41
Vika 42
Vika 43
Vika 44

Føst boð


Píkasjey er ein fitt heimasíða við ymiskum spennandi tilfari.

Vikuorð: at hvørva - horvin
Sangurin hesa vikuna: Faðir fylg mær henda dag

Lesing: Tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi vit lesa, men at vit fáa eina hugnaliga- og góða løtu saman

Lesigleðin hevur alt at siga :)

Miðvís lesing hevur alstóran týdning - lesið so ofta, tit hava tíð og orku til tað heima við hús, tað kemur heilt víst barni tykkara til gagns.

At taka sær stundir at lesa søgur fyri barni sínum og hava eina friðarliga og hugnaliga løtu saman, er gull vert og er við til at stimbra orðafeingið


Hent síða: Nam-Ibog Reader ibok.nam.fo. Her finna tit allar bøkurnar, ið vit brúka, sum kann vera hent, um bøkurnar t.d. liggja eftir í skúlanum.


Foreldraumboð: Vár og Bjørt

Mánadagur
07-09-2026
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Evnið hesa vikuna er: Dýr, sum hjálpa; Ravnarnir hjá Elia. Prátið heima um og  hvussu dýrini kunnu hjálpa.
Hefti
Góðu tit har heima. 
Kunnu tit geva børnunum 15 kr. við í skúla? Hetta er fyri tvey hefti. Eitt stórt til ha/li og eitt lítið til føroyskt. 
Føroyskt
Heima:
Vit hava gjørt til og við s. 45 í Lær teg at stava 1.
Tey, ið enn mangla at gera síðurnar. Gera tær heima. 

Týsdagur
08-09-2026
Føroyskt
Lær teg at stava 1: Nú er bókin liðug og komin í taskuna at hava við heim. 
Vit fara í tveyaran í næstum. 
Støddfrøði
 

Mikudagur
09-09-2026
Støddfrøði
Til í dag skal s. 19 í grundbókini verða liðug roknað.
Vit eru nú farin at arbeiða við fleirisiffraðum tølum, og tí er gott, um næmingarnir hava gott tak á teimum smáu roknistykkjunum upp í 10 (bæði pluss og minus). Tit kunnu hjálpa teimum við at rokna, spæla og práta um tøl heima í gerandisdegnum. Tá ið tað er komið uppá pláss, verður lættari at rokna við stórri tølum. Takk fyri stuðulin!

Ioana fer til Havnar við Spæliliðnum
Til vikarin:
 Rokning 2 grundbók:
 s. 20-21 
uppgávubók s. 8-9
Tey, sum blíva liðug, rokna í eykabókini.

Hósdagur
10-09-2026
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Evnið hesa vikuna er: Dýr, sum hjálpa; Ravnarnir hjá Elia. Prátið heima um og  hvussu dýrini kunnu hjálpa.
Heimstaðarlæra
Evnið er: Í ferðsluni. Prátið heima um:
  •  hvat er eitt skelti, og hvar finna vit tey.
  •  hvar eru skelti, sum vísa fólk í rullistóli
  • hvat skulu vit hugsa um, tá ið vit síggja slík skelti
  • hví verða serlig parkeringspláss løgd av til fólk við breki 
  • hví verða serlig vesi gjørd til fólk við breki
Fríggjadagur
11-09-2026
Føroyskt
Heima:
Les s. 20-21 í Finku - hvat er søgan um? 
Støddfrøði
Til í dag: til og við s. 11 í uppgávubókini.