Skrivlig próvtøka 2023

16. mai 2023

Sí tíðarkarmar fyri skrivliga próvtøku her.

Tíðarkarmarnir fyri skrivligu próvtøkuna síggjast við at klikkja á myndina omanfyri.

 

Reglugerð: 

  • Næmingar skulu sita klárir í próvtøkuhølinum kl. 8:00
  • Tann, sum møtir ov seint, má seta seg í samband við Elina Mariu á tlf. 230101 
  • Um næmingur ikki fær møtt, skulu foreldrini geva skúlanum boð á tlf. 230101 
  • Í royndarhølinum er friður 
  • Næmingur, sum hevur spurning, skal rætta hondina upp og stillur bíða, til vaktin kemur. Loyvt er ikki at rópa ella geva annað tekn 
  • Næmingarnir skulu ikki reisa seg upp uttan loyvi
  • Næmingarnir skulu ikki samskifta við nakran anna enn vaktirnar 
  • Fartelefonir skulu vera sløktar og lagdar á avtalað stað 
  • Skúlin hevur oyralurt til láns, men næmigar hava loyvi til at nýta síni egnu, um vilji er til tess. 
  • Næmingarnir hava frí, tá ið royndarhaldið er liðugt fyri dagin, og skulu fara heim tá 
     

Tann, sum brýtur reglugerðina, kann verða vístur burtur. 


Føroyskt, danskt og enskt: 

Royndirnar verða gjørdar á teldu, sum næmingarnir hava fingið frá skúlanum 
Loyvt er at brúka teldutøkar orðabøkur, sum t.d. www.sprotin.fo 

Fimisrokning: 


Royndirnar verða gjørdar á teldu, sum næmingarnir hava fingið frá skúlanum 
Í fimisrokning verður dentur lagdur á høvuðrokning. Ikki er loyvt at nýta roknimaskinu og heldur ikki forrit á telduni ella internet, sum kunnu nýtast sum roknimaskinur 
Loyvt er at nýta bókina ”Støddfrøði – handbók” 

Greiðslurokning: 

Royndin verður gjørd á pappíri 
Í greiðslurokning verður dentur lagdur á problemrokning. Næmingurin skal skilja spurningin, finna rættar upplýsingar og velja rættar roknihættir at loysa uppgávuna við. Næmingurin skal eisini vísa, hvussu hann arbeiðir fyri at finna svarið, so her má uppsetingin við frágreiðing vera greið, og røkjuskapurin góður. 


Amboð at hava við til greiðslurokning eru:

  •  Blýantur 
  • Pennur 
  • Viskileður 
  • Linjál 
  • Passari 
  • Vinkulmátari 
  • Tríkantur 
  • Roknimaskina 
  • Støddfrøði – handbók, “gula bók” 
  • Bøkur og annað tilfar frá undirvísingini. 
Deil