Starv sum varaskúlastjóri í Vestmanna skúla

06. februar 2023

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum varaskúlastjóri í Vestmanna skúla.

Í Vestmanna skúla eru uml. 170 næmingar í 1. til 10. flokki. Skúlin hevur eisini serflokk, Melin, sum er eitt serligt skipað undirvísingartilboð. Í skúlanum starvast 21 lærarar og tveir námsfrøðingar.

Starvið verður sett frá 1. mars 2023 ella so skjótt, sum til ber.

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

  • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu ábyrgdini og leiðsluni av virksemi skúlans  
  • við virkisfýsni er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans  
  • er næsti arbeiðsfelagi skúlastjórans og undir fráveru skúlastjórans virkar í hansara stað   

Harumframt vænta vit, at varaskúlastjórin:  

  • hevur góð leiðslu- og samstarvsevni og megnar at hava yvirlit og dugir at skipa fyri  
  • støðugt er við til at áseta mál og virkisætlanir fyri skúlan, sum búgva skúlan til framtíðar krøv  
  • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd  
  • hevur góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum   

Um starvið

Í starvinum eru um 900 leiðslutímar og á leið 12 undirvísingatímar umframt annað innan ráðlegging, fundir og samstarv.  

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.   

Lønar- og setanartreytir   

Starvið er lønt í lønarflokki 33-1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya lærarafelag.   

Umsóknir   

Umsóknir við møguligum viðmælum, c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. februar 2023 kl. 12.00.   

Fleiri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Onnu Mariu Reinert Jensen, skúlastjóra tlf. 288388 ella við at senda teldupost til anna.maria.jensen@skulin.fo.

Deil