Myndatøka í Vestmanna skúla
23. oktober 2026
Í komandi viku kemur Myndaboks at taka skúlamyndir. Tað er skipað soleiðis: mánadagin 26. oktober grunddeild, týsdagin 27. oktober hádeild og mikudagin 28. oktober miðdeild. Byrjað verður kl. 08:15 hvønn dag.
Kostnaður og støddir av myndum
Kostnaðurin fyri myndatøkuna er 300 kr. Við í prísinum er:
2 andlitsmyndir á 13x18 cm
4 andlitsmyndir á 10x15 cm
1 felagsmynd á 13x18 cm
Næmingarnir hava antin fingið eitt skjal heim við ella er teldupostur sendur til heimini. Har stendur øll kunning um myndatøkuni, og ein QR kota.
Deil