9. flokkur á námsferð í Spania

28. september 2026

Í hesum døgum er 9. flokkur á námsferð í Albir. Vit hava fingið eina lítla heilsan frá teimum. 

Vit hava tað gott her í Spania og hava upplivað nógv spennandi. Hava millum annað vitjað serstaku fjallabygdina, Guadalest, svomið í vøkrum fossum og í dag eru vit í Alicante. Vit hava júst verið í einari arena, har tarvafekting er hvørt ár og eisini í bumbuskýlunum,  sum vórðu nýtt í krígnum her frá 1936-1939. Í kvøld fara vit í Pool Party á hotellinum. 

 

Deil