4. flokkur vitjað umborð á Thalassu

18. august 2026

Skúladagurin í dag bleiv eitt sindur øðrvísi. 4. flokkur var og vitjaði umborð á "Thalassa", ið helvtina av árinum siglir sum  skúlaskip, við næmingum, ið eru 15 ella 16 ár. Hina helvtina av árinum er tað eitt lítið ferðamannaskip, ið siglir ymiskar serligar túrar. Talan er um skipið, ið lá við bryggju her í Vestmanna í morgun. Ein gyltur møguleiki, ið vit ikki kundu lata fara aftur við borðinum. 

Um tit hava hug at lesa meira um "Thalassu", er leinkið her:

https://www.windseeker.org/ship/thalassa/ 

Her eru nakrar myndir frá vitjanini

 

 

Deil