At lesa GULARBØKUR 2026
26. mars 2026
Hesi hepnu hava vunnið í kappingini um at lesa GULARBØKUR 2026.
Luttøkan í ár hevur verið sera góð. Næmingar og starvsfólk í Vestmanna skúla hava lisið 1.341 bøkur til samans. Á bókasavninum fegnast og takka vit fyri góðu undirtøkuna.
Miðaltalið av lisum bókum í flokkunum var roknað út:
Nummar 1 er 2.B, tey hava lisið 6,28 bøkur pr næming
Nummar 2 er 1. flokkur við 4,25 bøkur pr. næming
Nummar 3 er 4. flokkur við 3,88 bøkur pr. næming.
Takk fyri øll tit, ið hava lisið gularbøkur
Deil