2.b á vitjan í Salmistovu

19. mars 2026

Í dag fingu vit í 2.b møguleikan at sleppa á vitjan í Salmistovu.
Eigararnir greiddu okkum frá, vit sóu djórini fáa at eta, og vit sluppu at heilsa uppá djórini. Har vóru ávikavist hundur, seyður, kálvar, høna og høsnarungi, ja, og mín sann ein kúgv eisini. Hjá børnum flest er tað ikki hvønn dag, at tey eru saman við djórum av ymsum slagi. Børnunum dámdu sera væl, og vit lærdu eina rúgvu.
Vit  takka fyri møguleikan og blíðskapin.

Deil