Bøkur skúlans

18. november 2025

Góðu tit har heima

Tað hendir meira enn so, at fullir beriposar av bókum koma aftur á skúlan - eftir langari tíð heima hjá onkrum. So nú gera vit eitt átak at fáa burturvilstar bøkur aftur á skúlan. Um tit hava bøkur liggjandi við hús, fái tær so í skúlan sum skjótast. Sum oftast stendur bæði búmerki og stempul á, so tað skuldi verið lætt at sæð. Tað er so skjótt, at onkur bók liggur eftir við hús, tað kenna vit øll til.

Deil