Næmingaráðsval 2025/2026
15. september 2025
Tykkum kunnugt, so hava vit havt næmingaráðsval í Vestmanna skúla. Hósdagin høvdu vit uppstillingarfund til næmingaráðsval, har nógv gott kom fram frá valevnunum. Valið sjálvt var fríggjadagin og alt gekk uppá stás. Til morgunsangin mánamorgunin var nýggja ráðið kunngjørt. Hesi vóru fyrst vald:
Fríður Høgnason
Villiam B. Antal
Aria Heradóttir
Ronja S. á Rógvi
Ólavur Elias Z. Djurhuus
Rúni Joensen
Bára á Líknargøtu
Christian Vestergaard
Marin Ró Bláhamar
Súnfríða Zachariasen
Marin Ró vantar á myndini, í hennara stað er varaumboðið Sandra M. Madsen. Sunfríða Zachariasen vantar eisini á myndini.
Deil