Tíðaravmarkað lærarastarv til sertilboðið Melina

29. apríl 2025

Ert tú eldhugaður lærari, ið brennur fyri at gera mun? Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum ágrýtnum og kreativum toymi í serskúlanum, har yrkisføri er í hásæti? So er Melin rætta arbeiðsplássið til tín

Vit leita eftir tær, sum hevur hesar førleikar

  • megnar at samstarva og samskifta
  • er til reiðar at menna teg og skúlan
  • hevur ein jaligan hugburð til næmingar og undirvísing
  • dugir at fevna um ymisleikan og taka ábyrgd

Førleikakrøv

Tann, ið settur verður, skal hava læraraprógv.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið er sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari
frammanundan. Starvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag
og Fíggjarmálaráðið.

Barnaváttan krevst í samband við setanina.

Umsóknir

Umsóknir við CV, avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 12.05. 2025 kl.12:00.

Umsóknir verða stílaðar til Kristionnu Vinniedóttir, skúlastjóra á kristianna.vinniedottir@skulin.fo. Meira
fæst at vita um starvið við at ringja til Kristionnu á tlf. 230100.

Deil