Lærarstørv í Vestmanna skúla

04. juni 2024

Vit hava tvey lærarastørv leys at søkja til skúlaárið 2024/25

Lærarastørv í Vestmanna skúla  - skúlaárið 2024/2025

Ert tú eldhugaður lærari, ið brennir fyri at gera mun? Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum ágrýtnum og kreativum toymi, har fakligheitin er í hásæti? So er Vestmanna skúli rætta arbeiðsplássið til tín.

Søkt verður eftir:

  • lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2024/25, vegna farloyvi
  • lærara í tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar, endaligur setanarbrøkur verður settur 1. septembur

Skúlin hevur tørv á lærarum, sum kunnu undirvísa í støddfrøði og donskum.

Tann, ið settur verður, skal kunna undirvísa í øllum deildum umframt at røkja flokslærarauppgávu.

Vestmanna skúli er ein miðalstórur skúli við uml. 170 næmingum, sum virka í einum stuðlandi og mennandi læruumhvørvi. Skúlin er rótfestur í bygdarmentanini og liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, beint við Gjógvará og viðarlundina, eitt hanagleiv frá bæði sandinum og haganum.

Vit leggja dent á at hava fakliga høgt støði, har næmingar og lærarar tráa eftir at røkka langt í felag. Skúlin er merktur av einum felagsskapi, har lærararnir altíð eru til reiðar at førleikamenna seg og royna nýggjar undirvísingarleiðir.

Vit leita eftir tær sum hevur hesar førleikar

  • megnar at samstarva og samskifta
  • er til reiðar at menna teg og skúlan
  • hevur ein jaligan hugburð til næmingar og undirvísing
  • dugir at fevna um ymisleikan og taka ábyrgd

Førleikakrøv

Tann, ið settur verður, skal hava læraraprógv og førleika at undirvísa í omanfyrinevndu lærugreinum.

Barnaváttan krevst í samband við setanina.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini verða sett í lønarflokkunum 18.1-29.2 sambært avtalu millum Føroya lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir við CV, avrit prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 18.06.2024 kl. 12:00

Umsóknir verða stílaðar til Kristionnu Vinniedóttir, skúlastjóra á kristianna.vinniedottir@skulin.fo. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Kristionnu á tlf. 230100.

Deil