Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.
Mikudagin 15. mars var Jákup av Skarði frá Reyða Krossi í Vestmanna og hevði fyrstuhjálparskeið fyri 7. flokki. Hetta er eitt tilboð, sum allir 7. flokkar í Føroyum fáa í boði…
Mikudagin 15. mars var Jákup av Skarði frá Reyða Krossi í Vestmanna og hevði fyrstuhjálparskeið fyri 7. flokki. Hetta er eitt tilboð, sum allir 7. flokkar í Føroyum fáa í boði, og er eitt samstarv millum Reyða Kross og Betri. Næmingar fingu stak nógv burtur úr skeiðnum.
Elin Maria Óladóttir Olsen er sett í varaskúlastjórastarvið. Tey flestu kenna hana nokk. Elin Maria er 31 ár. Hon hevur røttu dygdir, royndir og áhugamál; hon er eldhugað, og…
Elin Maria Óladóttir Olsen er sett í varaskúlastjórastarvið. Tey flestu kenna hana nokk. Elin Maria er 31 ár. Hon hevur røttu dygdir, royndir og áhugamál; hon er eldhugað, og so trívist hon eisini so stak væl í Vestmanna. Væl afturkomin, Elin Maria.
Her sært tú koyritíðirnar fyri skúlabussin í Vestmanna skúla.