Vika 37
Vika 38
Vika 39
Vika 40
Vika 41
Vika 42
Vika 43
Vika 44

Føst boð

GG: Fyrst komandi góðveðursdag verður farið útferð niðan í Bjarghyl. Haldið eyga við vikuætlanini og hugsið um klæðir og matpakka. 

Lesingin: 
Tað hevur sera stóran týdning, at næmingar lesa, og at vit royna at halda fast í lesigleðini, sum ofta gleppur okkum av hondum í júst hesum aldursbólki. 

Hóast næmingarnir duga at lesa sjálvir og hava tørv á at venja egna lesing, so eru løturnar, tá ið tit saman savnast um upplestur eisini gull verdar :) 

Mánadagur
07-09-2026
Enskt
Lesið frá s. 9 til s. 13 í bókini "A bad day for Jayden
Danskt
At gera við hús: Venjið staviorðini til Kong Midas 2.

Vit skriva Kong Midas 2 í skúlanum.
Støddfrøði
Í skúlanum:
Vit rokna síðu 15-17.
Týsdagur
08-09-2026
Føroyskt
Tit lesa ØLL frá s. 35 niðast og kapittulin lidnan í Lítla Virgari. 
Hesi lesa hart upp fyri flokkinum: 
Fríði P., Magnus Fr., Mattias, Súsanna, Tóki. 

Mikudagur
09-09-2026
Enskt
Read p. 26-28 in the book A bad day for Jayden
Danskt
Vit arbeiða í Ny diktat. Vit gera uppgávurnar til Kong Midas 3 í skúlanum. 
Vit skriva diktatina í skúlanum mánadagin.
Støddfrøði
Í skúlanum:
Vit rokna síðu 18.
Føroyskt
Heima:
Lesa s. 48 niðaliga og kapittulin lidnan. 
Hvat hendir í søguni? Dugir tú at endurgeva tað, tú hevur lisið?
Kristnikunnleiki og átrúnaður
Skapanarverkið og eg: Tjóðsangurin.
Eg hugsi, at vit skulu læra okkum allan tjóðsangin.

Vit hava prátað um, at hvønn mikudag í 7. tíma, so skiftast næmingarnir um at taka eitthvørt leskiligt við at bjóða. Tað kann vera, bomm, karamellur, chips, pop corn, køka, muffur osfr. 
Vit hava gjørt eina raðfylgju, og komandi mikudag verður tað Ranja, ið tekur eitthvørt leskiligt við :)
Hósdagur
10-09-2026
Náttúra/tøkni
Næmingarnir skulu hava skrivihefti!
Fríggjadagur
11-09-2026
Støddfrøði
Í skúlanum:
Vit rokna síðu 20-21 og 18.
Føroyskt
Øll eru liðug við kapittul 5 Drekin í Lítla Virgari. 
Øll hava loyst tær uppgávur, ið vit avtalaðu. 
Hvat snýr kapittulin seg um? 
Hvat dámdi tær best og hví? 

Kristnikunnleiki og átrúnaður
Skapanarverkið og eg: Tjóðsangurin.
Eg hugsi, at vit skulu læra okkum allan tjóðsangin.
Ítróttur
Dreingirnir svimja fyrra tíman