Mánadagin 19. august høvðu 18 spentir og glaðir næmingar sín fyrsta skúladag. Tær 5 genturnar og teir 13 dreingirnir fara øll at ganga í fyrsta flokki, men tann eini drongurin fer eisini at ganga í skúlanum í Dímun, har hann býr.
Eli Müller er flokslærari og Ólavur Mørkøre er útoyggjalærari.
Lærarar skúlans møta kl. 9.00
2.-10. flokkur møtir kl. 10.00 til morgunsang. Eftir tað fara øll í floksstovurnar saman við flokslæraranum, har tey fáa skema og eitt hugnaligt prát.
Frítíðarskúlin letur upp 20. august
1. flokkur møtir kl. 13.00
Floksstovan hjá 1. flokki er á ovarugongd á Kongsteigum.
Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll!
Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.