Skúlastýrið skipar fyri fyrilestri komandi hóskvøld 14. nov. kl 19.
Evnið í ár verður ADHD sum er ógvuliga viðkomandi í hesum tíðum, og tað verður umboð frá ADHD felagnum sum kemur at hava fyrilesturin.
Eisini verður ársætlanin hjá skúlastýrinum løgd fram í stuttum, og ein kaffimuður verður at fáa.
ADHD felagið er byrja eina rundferð kring landið, fyri at varpa ljós á ADHD. Fyrilesturin hjá okkum verður tó ein skerd útgáva av hesum stóra tiltakinum.
Tiltakið verður í kjallaranum í læknamiðstøðini.
Vónandi síggja vit nógv foreldur.
Heilsan Skúlastýrið
Framløgan hjá Bjørg Dam frá fundinum er at síggja her.