Lutaseðlarnir, ið skuldu vera drignir 8. apríl eru útsettir til fríggjadagin 22. apríl.
Vinnararnir verða lýstir her á síðuni.
Lutaseðlarnir, ið skuldu vera drignir 8. apríl eru útsettir til fríggjadagin 22. apríl.
Vinnararnir verða lýstir her á síðuni.
Í dag 6. apríl vóru vit so heppin at fáa vitjan av Tjóðpallinum, sum framførdi sjónleikin Krím ABC fyri okkum.
Tað vóru næmingar frá 4.-7. fl. sum sluppu til leikin. Ein frálíkur leikur.
Mánadagin 4. apríl verður Pisa kanning í 9. flokkunum. PISA-kanningin var upprunaliga sett at verða í 2021, men orsakað av COVID-19 varð hon útsett til í ár.
Høvuðsøkið í ár verður støddfrøði, og serevnið verður “skapandi hugsan”. Harumframt skulu næmingarnir svara spurningum um sítt bakstøði, t.d. familjustøðu og hugburð til skúlagongd.
Næmingarnir møta í skúla til vanliga tíð kl. 8:00.
Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.