Góðu foreldur og næmingar
Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur kunngjørt, at skúlin stigvíst verður latin upp aftur frá 20. apríl 2020. Næmingarnir fáa longda páskafrí, tí verður eingin undirvísing skipað dagarnar 14.-17 apríl. Hesar dagar brúkar skúlin til at ráðleggja og skipa undirvísingina, til skúlin lutvíst letur upp aftur.
20.apríl verður skúlagondin varliga tikin upp aftur.
4.-10.flokkur fara at hava netundirvísing. Luttøkuskylda er galdandi fyri alla netundirvísingina.
1.-3.flokkur kunnu møta í skúla frá 8.00-12.00 hvønn dag.
Tey, ið ikki ynskja at senda børnini í skúla, boða flokslærararanum frá. Fráboðanin skal verða fyri eina viku í senn. Fráboðast skal í seinasta lagi mikudagin vikuna framman undan, so undirvísingin kann skipast á besta hátt. Teir næmingar, ið ikki møta í skúla, mugu fáa undirvísing heima.
Eisini skulu vit boða frá, at allar próvtøkur hjá 9.-10. flokki eru avlýstar í ár. Harnæst verða landsroyndirnar í 4. og 6. flokki fluttar til í september 2020, men verða fyri somu næmingum, sum skuldu farið til landsroynd í vár. Næmingarnir ganga tá í 5. og 7. flokki.
Blíðar heilsanir
Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóri