Lesiringur hevur verið í Vestmanna skúla síðani á jólum. Næmingar í miðdeild, ið hava áhuga fyri at lesa, hittast 1 tíma um vikuna, har vit byrja við onkrum virksemi at minna næmingarnar á hvat er hent í bókini higartil. Tað kann t.d. vera "spáka og gáka", spurnarkapping ella vanligt prát. Síðani lesa næmingarnir tað, ið eftir er av tímanum.
Nú er farið undir at lesa aðru bókina, og hesaferð er tað Brennivargurin eftir Jógvani Isaksen.
Endamálið við lesiringinum er at eggja næmingunum at lesa og at skapa góðar lesiupplivingar.
Næmingarnir lata væl at og sita hugagóðir og lesa hvørja ferð.