Nú er rørslu- og adventurebreyt byrjað í 10. flokki.
Herfyri vóru tey telttúr við Fjallavatn, har tey gjørdu mat á stormkøki, brendu bál, onkur fiskaði og annars hugnaðu tey sær.
Ein stak væleydnað ferð.

Hetta skúlaárið vera tveir næmingar í Dímunar skúla. Umframt Óla Jákup, sum gongur í 3. flokki, er Andrea byrja í 1. flokki. Ólavur Mørkøre er lærari, og verur hetta hansara triðja ár í Dímun. Børnini hava tvær tær fyrstu vikurnar verið í Vestmanna skúla, men nú eru tey farin út til Dímunar at ganga í skúla.
Í dag 26. aug. var árliga skúlarenningin í Vestmanna skúla.
Næmingar hitaðu upp undir leiðslu av Elin Mariu og síðani lat Eli skotið av.
Tilsamans runnu næmingar og lærarar 1528,5 km. Eftir renningina fingu næmingarnir súrepli og saft.
Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.