Sum undanfarnu ár skipar Vestmanna skúli fyri endurskinskapping í 1.- 7. flokkunum. Endamálið er at varpa ljós á, at børnini skulu síggjast í ferðsluni.
Kappingin byrjar mánadagin 1. november 2021 og heldur á til jólar. Kappingin er skipað soleiðis, at lærarin, ið hevur flokkin, hvønn morgun kannar, hvør ið hevur endurskin á sær, tá ið møtt verður í skúla. Treytin er, at endurskinið sæst frá øllum síðum.