Bannari

Føroyskur dansur

Føroyskur dansur er ein týðandi partur av okkara mentunararvi.

Vit hava í mong ár roynt at stuðla upp undir føroyska dansin við at fáa uttanhýsis gestir til at skipa og leggja okkum lag á. Í áratíggju vóru Ólavur Hátun og Hervør og Jógvan Durhuus okkum trúgvir stuðlar í dansitíðini.

Hesi seinnu árini er føstulávintshaldið fyri næmingar vorið ein fastur táttur í framhaldsdeildini. Kvøldið byrjar við pottasláing í eini floksstovu. Síðani er døgurði, har tveir næmingar í 9. flokki halda eina røðu um føstulávint og føstulávintssiðir, sum tey hava fyrireikað. Eftir døgurðan verður farið upp á gólv, har kvæðið, ið tey hava lært seg hendan veturin, verður kvøðið. Partar úr øðrum kvæðum og vísum verða eisini tikin. Kvøldið endar við at næmingar fáa føstulávintsbollar og vinningar verða latnir vakrastu, stuttligastu og ljótastu grýlum. Tað er 8. flokkur, ið stendur fyri at gera prýði og at dekka borð.

Føstulávintshald

Føstulávints mánadag dansa børnini í barnaskúlanum í fimleikarhøllini. Her er eitt brot úr Nykursvísu:

Virðisgrundarlag skúlans

Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.