Mánadagin 4. apríl verður Pisa kanning í 9. flokkunum. PISA-kanningin var upprunaliga sett at verða í 2021, men orsakað av COVID-19 varð hon útsett til í ár.
Høvuðsøkið í ár verður støddfrøði, og serevnið verður “skapandi hugsan”. Harumframt skulu næmingarnir svara spurningum um sítt bakstøði, t.d. familjustøðu og hugburð til skúlagongd.
Næmingarnir møta í skúla til vanliga tíð kl. 8:00.